Viðmerking til keyp og sølu av fiskiloyvum

6. september 2006

Annað

Í skrivi dagfest tann 17. august 2006 og sum Búskaparráðið fekk tann 30. august, hevur Landsstýrismálanevndin sett Búskaparráðnum fyrispurning um, hvussu eginpeningaviðurskiftini í einumpartafelag kunnu væntast at ávirka lánstreytirnar hjá felagnum.

6. september 2006

Annað

Tak niður

Landsstýrismálanevndin ynskir serliga at fáa lýst undir hvørjum umstøðum - og uppá hvønn máta  - ein peningastovnur kann væntast at seta sær sum treyt ávirkan á avgerðarrættin hjá einum lántakandi felag. Landsstýrismálanevndin er í hesum sambandi serliga áhuga í skipafígging og Búskaparráðið hevur tí tikið støði í hesum og viðgjørt hetta evnið.

Fígging av føroyskum fiskiskipum er eyðkend av at lánsgevi í fylgju lóg um vinnuligan fiskiskap, ikki kann taka veðhald í teimum fiskiloyvum, sum eru knýtt at skipunum. Spurningurin um hvussu peningastovnarnir kunnu ávirka reiðaríið (lántakaran) er sostatt serliga viðkomandi um tað kann væntast at lánið ikki er fult tryggja í sjálvum skipinum, men at eisini fiskiloyvini heilt ella partvíst eru fíggjað við láni. Loyvi, sum í mótsetning til sjálvt skipið, ikki eru umfatað av veðhaldinum hjá penginastovninum.