Hoyringssvar til uppskot til eitt fíggjarpolitiskt regluverk
23. oktober 2025
Annað
Hoyringssvar til uppskot til ”Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan (Hámark fyri rakstrarútreiðlsuvøkstri og løguæltan)”
Yvirskipað er tað skynsamt, at Landsstýrið ynskir at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk.
23. oktober 2025
Annað
Hetta eigur tó at vera hugsað saman við verandi ásetingum, sum eisini virka sum eitt slag av regluverki:
- Skuldarmark hjá kommunum til eina álíkning (íroknað endurgjald fyri eldraøkið)
- Framløga av fíggjarkarmunum á várið og fíggjarlóg á heystið
- Lóg um búskapargrunn
Kommunurnar eiga at vera fevndar av fíggjarpolitiska regluverkinum, soleiðis at land og kommunur samskipa almennu fíggjarætlanirnar í tráð við málini við fíggjarpolitikkinum bæði upp á stutt sikt (stimbra/tálma) og langt sikt (fíggjarpolitiskt haldføri).
Hetta uppskot er merkt av, at tað er eitt “stig á leiðini”, tá tað eitt nú verður sipað til onnur rundskriv og ætlanir um eitt meira víðfevnt fíggjarpolitiskt regluverk. Í staðin átti Løgtingið at samtykt tað samlaða fíggjarpolitiska regluverkið fyri allan tann almenna geiran, har verandi ásetingar blíva tiknar við og dagførdar.
Endamálið við einum fíggjarpolitiskum regluverkið er at styrkja fíggjarligu stýringina í almenna geiranum so sleppast kann undan at enda í eini óndari ringrás við ótálmaðari vaksandi almennari skuld og fyri at goyma “krútið” til, tá tørvur veruliga er á, at tað almenna heldur hjólini malandi í eini búskaparligari afturgongd.
Vanligu amboðini í fíggjarpolitiskum regluverkum eru at leggja nakrar bindingar á allan tann almenna geiran viðvíkjandi loyvdum (bygnaðarligum) undirskoti í mun til BTÚ, almennari lántøku í mun til BTÚ, almennar íløgur og/ella gongdini í almennu útreiðslunum. Eisini fevna fíggjarpolitisk regluverk ofta um bæði stutt, miðallangt (mark fyri bygnaðarliga hallið) og langt sikt (fíggjarpolitiskt haldførið).
Størsti mangulin í fyriliggjandi uppskotinum er, at her er ongin áseting um hallið á fíggjarlógini (ei heldur hall hjá kommunum). Her er heldur ongin avmarking fyri almennu lántøkuna. Tí forðar hetta uppskot ikki í nóg stóran mun landinum at føra ein fíggjarpolitikk, sum viðførir ótálmaðan vøkstur í almennu skuldini við áhaldandi stórum undirskotum.