Grein, styttri arbeiðsvika mai 2023

1. juni 2023

Grein

Vælferðin í vesturheiminum er vaksin nógv síðstu nógvu árini. Mynd 1 vísur gongdina í BTÚ fyri hvønn íbúgva í útvaldum londum í vesturheiminum í tíðarskeiðinum 1972-2021. Felags fyri hesi lond er, at úrtøkan er meir enn tvífaldað hetta tíðarskeiðið, ið merkir, at búfjøldin í vesturheiminum er vorðin ríkari hesi seinastu 50 árini.

1. juni 2023

Grein

Tak niður

Tað er eyðsæð, at ein styttri arbeiðsvika kemur at krevja bæði meira pening og fleiri hendur; nakað sum longu nú er ein avbjóðing fyri føroyska búskapin.

Stórt arbeiðstrot er longu nú í Føroyum, og fer tað at veksa í komandi tíðum, sí frágreiðing frá Búskaparráðnum frá mai 2021. At stytta arbeiðsvikuna kemur tí at økja enn meira um verandi trýst á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki búskaparliga skilagott. Best er at minka um tey trýst, sum eru í búskapinum.

Harafturat kemur uppskotið at økja munandi um lønarkostnaðin í vinnuni og í almenna geiranum, og verður tað soleiðis við til at gera fíggjarpolitiska haldførið uppaftur verri.

Soleiðis sum gongdin hevur verið í føroyska samfelagnum seinnu árini og útlitini til vaksandi starvsfólkatrot innan fleiri økir, so er samfelagsbúskaparligi tørvurin ikki, at vit arbeiða minni, men heldur at vit arbeiða meira.

Spurningurin kann tí setast við, um hetta er rætta løtan at lækka arbeiðsvikuna frá 40 til 37 tíma arbeiðsviku.

Tað ber til at gera eina lækking av arbeiðstíðini, um politisku myndugleikarnir ynskja tað. Í so fall er neyðugt, at politiski myndugleikin samstundis finnur fígging til endamálið, tí tað er ikki ókeypis. Og sum samfelag mugu vit tá eisini finna aðrar loysnir á vaksandi starvsfólkatrotinum.