Evnisfrágreiðing 2021: Vælferðarøkið
1. mai 2021
Frágreiðing
Á vári 2015 gav Búskaparráðið út eina frágreiðing við greiningum av búskaparpolitska haldføri almenna geirans í Føroyum. Niðurstøðan og útlitið út frá hesum greiningum í 2015 var, at búskaparpolitiska haldførið er ov vánaligt.
1. mai 2021
Frágreiðing
Spurningurin um búskaparpolitiskt haldføri snýr seg í stuttum um, hvørt inntøkur almenna geirans í framtíðini fara at svara til útreiðslur almenna geirans í framtíðini - treytað av, at tann í útgangsárinum (basisárinum) rikni búskaparpolitikkurin heldur fram óbroyttur.
Úrslitið av hesum útrokningum í 2015 var, at inntøkurnar hjá almenna geiranum við verandi búskaparpolitisku kós verri enn so fóru at mótsvara útreiðslunum hjá almenna geiranum. Tann stóri mismunurin stavar í høvuðsheitum frá stóru demografisku broytingunum, sum vit í næstu framtíð fara at standa yvir fyri.
Hetta umrødda haldførið varð í 2015 útroknað og mált kvantitativt við einum ”haldførisindikatori”. Hesin indikatorur gevur, sum prosenttal av BTÚ, ta upphæddarligu tillagingina, sum skal til fyri at røkka einum nøktandi haldføri.
Búskaparpolitiski haldførisindikatorurin var í 2015 roknaður út at vera -5. Hetta rokniúrslit ber boð um tørvin á eini varandi herðing av búskaparpolitikkinum (í mun til útgangsárið) eini varandi herðing við eini peningaupphædd svarandi til 5% av BTÚ árliga.
---
Tann í viðstøddu útrokning gjørda greining og framrokning av tørvinum á útbúnum starvsfólkum á vælferðarøkinum kann roknast sum framhald av teimum greiningum og framrokningum av búskaparpolitiska haldførinum, sum Búskaparráðið fór undir í 2015.
Mannagongdirnar í hesum nýggju greiningum eru kortini heilt øðrvísi enn mannagongdirnar við kvantitativu haldførisgreiningunum í 2015.
Mótsett fíggjarligum haldførisútrokningum við “indikatorum” mega framrokningarnar av starvsfólkatørvi og útbúgvingartørvi snúgva seg um m.a. demografiskar støddir. Hetta snýr seg sostatt um eitt øðrvísi sjónarhorn til tess at skoða haldførið.
Útrokningarnar byggja sjálvsagt á nakrar fortreytir um demografigongd og konjunkturar. Vegna fortreytirnar eru úrslitini av hesum útrokningum tískil knýtt at nøkrum óvissum. Hesar óvissur kunnu tó ikki fella niðurstøðuna um eitt ov vánaligt haldføri í 2015.