Evnisfrágreiðing 2014: Búskaparrenta og tilfeingisrenta í føroyska búskapinum

1. juni 2014

Frágreiðing

Seinastu nógvu árini hevur eitt kjak verið um hugtøkini “tilfeingisrentu” og ”tilfeingisgjald” í 
føroyska búskapinum. Eisini hevur eitt kjak verið búskaparpolitisku handfaringina av hesum 
fyribrigdi.

1. juni 2014

Frágreiðing

Tak niður

Vit hava í hesum uppriti gjørt eina roynd at nágreina hugtakið búskaparrenta og undirhugtøk til hetta hugtak, herundir serstakliga fyribrigdið tilfeingisrenta.

Búskaparrenta er skilmarkað sum tað eyka peningsvirði, ið við givnum eftirspurningi verður til vegna avmarking av útboðnum av einum framleiðslufaktori (te. tilfeingi, arbeiðsmegi ella kapitali ella serkunnleika). Undirhugtøkini til búskaparrentu eru hugtøkini tilfeingisrenta, intramarginal renta (quasi renta) og monopolrenta. Tilfeingisrenta er búskaparrenta, ið stavar frá náttúrutilfeingi við avmarking í útboði. Intramarginal renta er búskaparrenta, ið stavar frá einum menniskjaskaptum tilfeingi við avmarking í útboði. Monopolrenta er búskaparrenta, ið stavar frá nýtslu av monopolstøðu við miðvísari avmarking í útboði.