Evnisfrágreiðing 2008: Kommunal útjavning

1. apríl 2008

Frágreiðing

Í Føroyum búgva 48.425, og landið er skipað í 34 kommunur. Í Tórshavnar kommunu búgva 40 prosent av íbúgvunum, meðan einans 43 fólk búgva í Fugloyar kommunu.

1. apríl 2008

Frágreiðing

Tak niður

Tær mongu smáu kommunurnar forða fyri einum skilagóðum arbeiðsbýti millum land og kommunur. Flestu kommunurnar hava jú als ikki orku til at átaka sær ábyrgdina av vanligum kommunalum uppgávum. Eisini er málsøkjabýtið millum land og kommunur í Føroyum heldur ógreitt.

Skilagott er at umhugsa, um tað yvirhøvur er neyðugt við kommunum í Føroyum, áðrenn ein fer undir at umskipa kommunurnar. Er brúk fyri einari tvey-streingjaðari myndugleikaskipan í einum samfelagi við einans 48.425 íbúgvum?

Nógvar orsøkir eru tó til at varðveita tær kommunalu eindirnar. Ikki allar orsøkirnar hava búskaparfrøðiligar grundgevingar, men tær kunnu hóast alt vera uppá sítt pláss.