Evnisfrágreiðing 2005: Tøknilig menning og vælferð

1. august 2005

Frágreiðing

Tema um yøkniliga menning og vælferð: Hví og hvat?

1. august 2005

Frágreiðing

Tak niður

Hví?

Sæð frá samfelagsligum sjónarmiði er endamálið við øllum búskaparligum virksemi størst møgulig búskaparlig vælferð hjá borgarunum. Besti háttur at økja búskaparligu vælferðina er at fáa í lag búskaparvøkstur. Ein skjótt vaksandi búskapur gevur sum frálíður ein ríkan búskap. Í einum ríkum búskapi hava fólk fleiri og betri valmøguleikar: fólk kunnu – bæði gjøgnum privatar og gjøgnum felags almennar avgerðir – velja at økja privatu nýtsluna, lækka skattirnar, økja um almennu útbúgvingarmøguleikarnar, verja umhvørvið betur osfr. Í heila tikið gerst lættari hjá einstaklingum og samfelagnum sum heild at røkka einhvørjum máli um økta vælferð.