Evnisfrágreiðing 2004: Inntøkustøðið í Føroyum
1. mars 2004
Frágreiðing
Hví eru vit so rík, men ikki so rík sum hini?
1. mars 2004
Frágreiðing
Tað er trupult at yvirmeta týdningin av búskaparvøkstri. Inntøkustøðið og harvið materiella livistøðið í einum samfelag verður í mestan mun avgjørt av tí búskaparvøkstri, sum hevur verið nógvu árini frammanundan.
Vælferðin hjá borgarunum í einum landi er í stóran mun tengd at inntøkustøðinum, t.e. samlaðu virðisskapanini eitt ávíst tíðarskeið. Búskaparliga virðisskapanin ger av inntøkustøðið og harvið eisini nøgdina og góðskuna av vørum og tænastum, ið eru til taks hjá landsins borgarum.