Búskaparfrágreiðing várið 2025
2. juli 2025
Frágreiðing
BTÚ fer at veksa 5,0% 2025 og 5,7% í 2026 í ársins prísum sambært nýggjastu meting hjá Búskaparráðnum. Í 2024 var vøksturin í BTÚ 3,0% í ársins prísum, og tað er lægri enn undanfarnu tvey árini, tá ið inflatiónin var við til at toga vøksturin í BTÚ prísum upp.
2. juli 2025
Frágreiðing
Í 2025 og 2026 er tað hinvegin nøgdirnar av útflutningi, sum eru við til at toga vøksturin upp, tí hóast kvoturnar lækka innan bæði uppsjóvar- og botnfiskarí, væntast tøkan av laksi at veksa so mikið nógv, at útflutningurin fer at toga búskaparvøksturin í ársins prísum upp í 2025 og 2026. Harafturat gevur almenna nýtslan og privatu íløgurnar eitt positivt íkast til vøksturin í BTÚ hesi bæði árini.
Bjartskygnið er lækkað
Húsarhaldini hava fingið lønarhækkan, skattalætta og rentulækkingar, og inflatiónin veksur ikki longur við somu ferð. Eisini setti starvsfólkatalið og lønargjaldingarnar met í 2024, og arbeiðsloysið var einans 1% í januar 2025. Tó vóru tað eitt sindur fleiri húsarhald í januar 2025, enn í brúkarakanningini frá í summar, sum siga seg júst fáa endarnar at røkka saman. Dýrkaða livistøðið og varhugin um ein ótryggari heim er við til at tálma bjartskygnið hjá fólki. Eitt tekin um, at húsarhaldini eru vorðin meira varin, er at bilasølan er lækkað.
Í vinnuni gongur báðar vegir
Meðan byggivinnan boðar frá færri bíleggingum og minkandi arbeiðstørvi komandi árið, eru bæði handilsvinnan og tænastuvinnan meira bjartskygdar og boða frá øktum eftirspurningi. Minkandi kvotur eyðkennir fiskivinnuna, meðan alivinnan veksur nógv um framleiðsluna í ár og komandi ár. Talið av starvsfólki í privatu vinnuni veksur ikki eins skjótt sum í undanfarnu árunum, og líkt er til, at stóra tilgongdin av útlendskari arbeiðsmegi er hæsað av.
Almenna nýtslan veksur
Í 2024 var almenna nýtslan størri enn í 2023, millum annað tí almenni starvsfólkahópurin vaks, og tað varð latið lønarhækkingar og lønarlyfti til ymiskar fakbólkar. Almennu útreiðslurnar fara framvegis at veksa til fólkapensjónir vegna einum størri tali av pensjónistum, og lønargjaldingarnar veksa somuleiðis hjá kommununum komandi árini, serliga innan eldrarøkt. Umleið 20% av teimum, sum í dag eru 80+ ára gomul, eru fastbúgvandi á røktar-og ellisheimið. Verður hetta lutfallið nýtt, er tørvurin á búplássum til fastbúgvandi umleið 450 pláss afturat í komandi tíðum.
Størri stovnar ger tað lættari at hava skynsaman rakstur
Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir, bæði í almannaverkinum og á fólkaskúla- og eldraøkinum. Smáir stovnar krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir vóru størri. Bæði eldra- og dagstovnaøkið eru stór, krevjandi økir, sum liggja hjá kommununum. Kommunurnar eru sera ymiskar í stødd, aldursamanseting av íbúgvum og inntøkugrundarlagi. Neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at endurskoða skipanina millum land og kommunur, tí allar kommunur koma helst ikki at megna trýstið á vælferðartænasturnar.
Hall á fíggjarlógini merkir, at skuldin hjá landinum veksur
Úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og 265 mio. kr. í 2026. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur. Orsakað av veksandi talinum av eldri fólki, fara útreiðslurnar at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið soleiðis, at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald og vælferðin fer at versna.
Føroyingar eiga at fáa sum mest fyri hvørja íløgukrónu
Tað eigur at verða gjørdar kost-nyttu greiningar av teimum stóru undirstøðukervisíløgunum, sum eru í umbúna, soleiðis at skattaborgarin veit, um hesar íløgur geva samfelgsnyttu ella ei, og um onnur alternativ farleið ella slag av undirstøðukervi hevði givið størri samfelagsliga nyttu. Kost-nyttu greining átti at verið framd av teimum stóru verkætlanunm sum liggja fyri framman, eitt nú Tjørnuvíkartunlinum og Vestmannatunlinum, men raðfestast skal harumframt millum eitt nú tunlar og búpláss á ellisheimum.