Búskaparfrágreiðing várið 2017. Evni: 1) Inntøkubýtið 2) Fíggjarpolitiskt haldføri

1. mars 2017

Frágreiðing

Haldførisavbjóðingarnar óbroyttar.

1. mars 2017

Frágreiðing

Tak niður

Búskaparráðið leggur hervið fram sína frágreiðing á vári 2017. Umframt konjunkturmeting, snýr frágreiðingin seg um inntøkubýtið og fíggjarliga haldførið.

Stóri vøksturin í búskapinum heldur fram

(Sí talvu á s.88 í frágreiðing)

Metingar Búskaparráðsins benda á høgan búskaparvøkstur seinastu árini. Arbeiðsloysið er lágt, avlopið á handilsjavnanum metstórt og fólkatilflyting er. Undir hesum umstøðum átti avlopið hjá landskassanum at verið størri enn inntøkurnar frá forskattingini av pensjónum.

Almenni íløgupolitikkurin

Almenni íløgupolitikkurin leggur trýst á innlendis virksemið, sum frammanundan er stórt. Almennu íløgurnar fevna um landsíløgur og kommunalar íløgur umframt íløgur hjá almennum feløgum. Búskaparráðið mælir sum áður til, at íløgur verða útsettar til tess at minka um trýstið á arbeiðsmarknaðin.

Fíggjarliga haldførið

Dagførda fólkatalsframskrivingin hjá Hagstovuni er ikki broytt munandi í mun til undanfarnu framskriving, og sostatt eru ikki útlit til at haldførisavbjóðingin er batnað. Tískil er framvegis tørvur á politiskum átøkum, sum tillaga búskapin til broyttu aldurssamansetingina og samstundis mótvirka fráflytingini.

Eitt broytt vinnugreinabýti

Síðani 2009 er føroyska tilfeingisvinnan (primera vinnan, tvs. serliga uppisjóvarvinnan og alivinnan) vaksin nógv lutfalsliga, meðan bæði framleiðsluvinnan (sekundera vinnan) og tænastuvinnan (tertiera vinnan) eru stagneraðar lutfalsliga.