Búskaparfrágreiðing várið 2016. Evni: 1) Greiningar viðvíkjandi arbeiðsmarknaðinum 2) Greiningar viðvíkjandi kommununum
1. mars 2016
Frágreiðing
Stórir ójavnar á arbeiðsmarknaðinum.
1. mars 2016
Frágreiðing
Búskaparráðið leggur hervið fram sína frágreiðing á várið 2016. Umframt konjunkturmeting fevnir frágreiðingin eisini um greiningar av arbeiðsmarknaðinum og av kommunubygnaðinum.
Greiningin av arbeiðsmarknaðinum fevnir eitt nú um miðallønina hjá fólki við ymsum útbúgvingum, í ymsum størvum, og í ymsum vinnum. Stórur munur á inntøkum hjá kvinnum og monnum er staðfestur (sí mynd II 3 niðanfyri), og eisini stórur munur á inntøkum hjá fólki við ymsum útbúgvingum. Eisini er staðfest hægri lønarstøði hjá teimum, sum vóru í arbeiði í útlondum í 2014.
(mynd II 3 úr frágreiðingini)
Greiningarnar staðfesta, at við verandi útveganarsiðvenjum verður arbeiði bert tøkt (vegna fráfaring við pensjónsaldur) til umleið helmingin av teimum, sum fara undir hægri lesnað í Føroyum ella í útlondum. Hendan staðfesting er í samsvari við greiningar hjá STUDNA sum vísa at útvið helmingurin av teimum, sum lesa uttanlands, flyta ikki heim aftur til Føroya at búgva. Hetta er eisini í samsvari við greiningarnar hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi í 2009.
Viðvíkjandi konjunkturmetingini hava Hagstovan og Búskaparráðið í felag mett um BTÚ vøksturin í ársins prísum árini 2014-2017. Til tess at gera metingina er nýttur ein búskaparmyndil, sum er mentur í Landsbankanum og á Hagstovuni, og viðlíkahildin av Búskaparráðnum og Hagstovuni í felag. Niðanfyri standandi metingar eru gjørdar av vøkstrinum í BTÚ í ársins prísum árini 2014-2017 og drívmegini aftanfyri vøksturin:
(sí talvu á s.94 í frágreiðing)
Útlit eru til stóran vøkstur í almennum íløgum. Væntandi er at íløgurnar aftur gerast konjunkturviðgangandi, og harvið koma at økja um sveiggini í búskapargongdini framyvir. Ráðið mælir til at íløgurnar hjá landi, kommunum og almennum feløgum verða endurskoðar og samskipaðar. Grundarlagið fyri hesi endurskoðan má vera hvussu arbeiðskrevjandi tær einstøku íløgurnar kunnu roknast at vera, og eisini hvussu arbeiðsvirknisstuðlandi hesar íløgur kunnu vera uppá longri sikt. Ein onnur meginregla kann vera at royna at halda samlaðu almennu íløgurnar sum ein støðugan part av bruttotjóðarúrtøkuni.
Í sambandi við at kommurnar yvirtóku eldrarøktina varð ein partvís kommunal útjavning sett í verk, ið bara fevndi um eldraøkið. Samstundis varð eitt nýtt myndugleikalið sett inn millum kommunur og land, nevniliga økiseindirnar fyri eldrarøkt. Sostatt var farið frá tveystreingaðum til trýstreingað myndugleikabýti. Ráðið metir slíka gongd at vera óneyðuga í einum lítlum landi sum Føroyar. Alternativið er ein kommunal nýskipan við greiðum byrðu- og uppgávubýti millum land og kommunur og við færri kommunum. Við færri kommunum og fleiri uppgávum til kommunurnar hevði verið neyðugt við einari kommunalari útjavning, ið kundi verið millumkommunal ella sum blokkstuðul. Staðfest er í frágreiðingini, at munurin millum kommunurnar tá tað snýr seg um inntøkugrundarlag og útreiðslutørv er stórur.