Búskaparfrágreiðing várið 2011

28. februar 2011

Frágreiðing

Verða tillagingar og broytingar gjørdar, soleiðis at fiskiveiðan verður burðardygg, fæst ein meira lønandi vinna eftir fáum árum. Við betri lønsemi í fiskivinnuna ber eisini til at fáa hægri búskaparvøkstur sum heild næstu árini. Skulu avbjóðingarnar við stórum bygnaðarligum halli á fíggjarlógini verða loystar, er alneyðugt við búskaparvøkstri næstu árini. Fiskivinnan er helst
týdningarmiklasti lykilin.

28. februar 2011

Frágreiðing

Tak niður

Seinastu nógvu árini hevur tann parturin av fiskivinnuni, sum roynir í føroyskum sjógvi,
havt hall av rakstrinum. Lutvíst er hetta orsakað av viðurskiftum, sum eru trupul at gera
nakað við, t.d. olju- og fiskaprísir. Lutvíst er hetta eisini orsakað av, at altjóða
búskaparkreppan rakar vinnur meinast, sum frammanundan eru viðbreknar. Men ein orsøk er eisini, at okkara fiskivinna grundleggjandi ikki er skipað soleiðis, at hon kann geva
størst møguligt búskaparligt avkast.


Búskaparráðið er sannført um, at við tillagingum og broytingum, soleiðis at fiskiveiðin
verður burðardygg, ber til at fáa eina meira lønandi vinnu eftir fáum árum. Soleiðis kann
fiskivinnan geva enn størri íkast til føroyska samfelagsbúskapin, enn hon ger nú. Við at fáa
betri lønsemi í fiskivinnuna ber eisini til at fáa hægri búskaparvøkstur sum heild næstu
árini. Havandi í huga hallið tilsamans í almenna geiranum og tær avbjóðingar, ið vera av
hesum, er greitt, at hesar avbjóðingar verða lættari at loysa, um vit fáa hægri
búskaparvøkstur næstu árini.


Føroysk fiskivinna hevur, verður hon umsitin á skilagóðan og burðardyggan hátt,
møguleikar at kasta nógv av sær í framtíðini. Yvirhøvur eru góð útlit til búskaparvøkstur í
Ásia, Eysturevropa, Russlandi og Suðuramerika. Hetta ger, at ein skjótt vaksandi fjøld av
brúkarum fer at eftirspyrja dygdargóðar mat- og fiskavørur í Evropa og á øðrum nýggjum
marknaðum. Fyritreytin fyri at fáa sum mest úr hesum møguleikum er, at fiskivinnan
verður umskipað til eina burðardygga vinnu, sum kann fáa besta prísin fyri sína
framleiðsluna.


Eins og greitt verður frá aðrastaðni, ávirkast fiskiskapurin og raksturin hjá vinnuni av fleiri
ymsum viðurskiftum, harav myndugleikar bara kunnu ávirka nøkur teirra í ávísan mun.
Kortini kunnu myndugleikar í fyrra lagi stilla veiðitrýstið lívfrøðiliga og búskaparliga rætt
(t.e. burðardygt). Í øðrum lagi kunnu karmarnir um vinnuna leggjast soleiðis til rættis, at
vinnan fær tillagað seg og kappast frítt eins og aðrar vinnur, ið virka eftir marknaðarligum
treytum.


Fiskivinna kann býtast í fleiri bólkar, og ójavnt er, hvussu raksturin hevur verið seinastu
árini. Tríggir høvuðsbólkar eru t.d. fiskiveiði í føroyskum sjógvi, botnfiskiveiði á fjarleiðum
og fiskiveiði eftir uppsjóvarfiski á nær- og fjarleiðum. Bygnaðurin í hesum bólkum er
ymiskur, og fyritreytirnar eru ymiskar til ymiskar tíðir. Seinastu árini er tað serliga
heimliga fiskivinnan, sum hevur havt trupult at fáa lønsemi í raksturin.