Búskaparfrágreiðing várið 2010
8. mars 2010
Frágreiðing
Nýggjastu hagtølini um føroyska búskapin, lønarútgjaldingar, arbeiðsloysishagtøl og MVG-hagtøl geva ikki greiðar ábendingar um vøkstur í búskapinum. Ábendingar eru tó um, at nýtslan kann fara at hækka nakað, við tað at hon enn er undir miðal. Bilasølan er vaksin munandi fyrstu tveir mánaðirnir í ár. Hetta kann vera tekin um, at húsarhaldini í næstum fara at vaksa nýtsluna.
8. mars 2010
Frágreiðing
Fíggjarkreppan ávirkaði føroyska fíggjargeiran beinleiðis, við tað at fíggingarkostnaðurin
hjá peningastovnunum vaks munandi orsakað av hægri rentustigi á lántøkuni í øðrum
fíggjarstovnum og útreiðslum til bankapakkar. Sum heild tykist fíggjarheimurin at hava
fótað sær aftur, nú ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg, men varandi broytingar kunnu
tó væntast, eitt nú herd kapitalkrøv til fíggjarfyritøkur.
Fíggjarkreppan – og so búskaparkreppan - hevur eisini ávirkað húsarhaldini, við tað at tey
hava minkað nýtsluna munandi og vaksið uppsparingina: útlitini frameftir gjørdust meira
óviss, virðið á og frívirðið í sethúsum fall, virðið á øðrum fíggjarognum minkaði munandi,
og atgongdin at fíggja nýtslu og íløgur versnaði borin saman við undanfarin ár. Hetta
hevur síðan ávirkað inntøkurnar hjá serliga Landskassanum, sum hevði lutfalsliga stórt hall
í 2008 og í 2009, og væntandi kemur at hava samsvarandi hall í ár.
Ein samanrenning av stoytum uttanífrá og bygnaðarligum viðurskiftum hevur harafturat
gjørt, at framleiðslan í fiskivinnuni - serliga í tí heimliga partinum - er fallin ógvuliga nógv
seinastu 2-3 árini og er nú søguliga lág. Fiskaprísirnir eru lágir, og hetta tyngir raksturin,
og hóast oljuprísirnir eru lægri nú enn í 2008, eru teir framvegis høgir bornir saman við
undanfarin ár. Vakstrarlíkindini í heimasjógvi hava verið undir miðal seinnu árini.
Bygnaðarligir trupulleikar, t.e. yvirkapasitetur og ov høgt veiðutrýst á stovnarnar undir
Føroyum, gera harafturat, at lønsemið í heimligu fiskivinnuni ikki er so gott, sum tað kundi
verið við lægri veiðutrýsti og betri stovnsrøkt.
Sum heild er føroyski búskapurin ikki illa fyri, og sambært Hagstovuni høvdu Føroyar í
2006 nettoogn í útlondum, sum var 3,7 mia. kr., og metingar í hesari búskaparmetingini
benda á, at avlop hevur verið samanlagt á gjaldsjavnanum síðan tá. Fíggjarstøðan
afturímóti útlondum má tí sigast at vera góð. Føroysku húsarhaldini tykjast at vera
hampiliga væl fyri í altjóða sammeting og um ársskiftið 2008 høvdu landið, kommunur og
sosialir grunnar samanlagt lítla nettoskuld. Fíggjarstovnar og húsarhald eiga bróðurpartin
av nettoognini í útlondum.
Størstu avbjóðingarnar í føroyska búskapinum eru nú at stýra landi og kommunum, sum
hava stórt hall, og at stýra fiskiveiðuni, har fiskivinnufyritøkur hava týðandi
rakstrartrupulleikar, tí at lítið er at fáa, søluprísir eru lágir, og oljuprísir eru høgir.
Somuleiðis kann tað sigast at vera ein avbjóðing at fáa langtíðarvøkstur í búskapin. M.a. tí
at privatar íløgur eru og hava verið smáar sum prosentpartur av BTÚ í fleiri ár, men eisini
lutvíst tí, at ov nógv trýst á fiskiveiðuni ger, at tað er trupult at fáa vinning og vøkstur í
vinnuni.