Búskaparfrágreiðing várið 2000. Evni: Fiskidagamarknaður fyri Føroyar
28. januar 2000
Frágreiðing
Samanlagt helt framgongdin í føroyska búskapinum fram sætta árið á rað aftan á 1993, tá kreppan leikaði á upp á tað harðasta. Á framleiðslusíðuni eru lønargjaldingarnar øktar góð 7% sammett við 1998.
28. januar 2000
Frágreiðing
Sum nevnt í innganginum, er ætlanin við hesum uppskoti, at geva eitt boð uppá eina skipan, ið byggir á umsetilig fiskirættindi, og sum harvið tryggjar effektivitet og rentabilitet í vinnuni og fríari atgongd at fiska, samstundis sum ognarrættur og avkast, í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap, kemur øllum Føroya fólki til góðar. Ivaleyst hevur uppskotið onkur lýtir, men høvuðsprincippini við einum fiskidagamarknaði eru búskaparliga væl grundaði, og átti tí at kunna verið íblástur til víðari arbeiði við eini skipan við umsetiligheit. Eisini er vert at geva gætur, at uppskotið eins væl kann nýtast til stutttíðar kvotur sum eindarfiskidagar. Men uttan mun til, hvussu væl ein tílík skipan er tilevnað, so er altavgerðandi, at hon byggir á breiða politiska undirtøku og breiða undirtøku í Føroya fólki. Hetta vísa eitt nú royndirnar við kvotuskipanini, ið var undan fiskidagaskipanini.