Búskaparfrágreiðing várið 1998
1. juni 1998
Frágreiðing
Gongdin í búskapinum er positiv í mangar mátar. Landskassin hevur við avtaluni við stjórnina frá juni 1998 minkað munandi um sína skuld og rentuútreiðslur. Bæði einstaklingar, virkir og
kommunur gjalda skuld aftur og verða sostatt betri før fyri at standa ímóti einum møguligum bakkasti.
1. juni 1998
Frágreiðing
Sigast kann eisini at framgongdin, sum vit nú hava, fyrst og fremst er grundað á størri framleiðslu, tí meira verður fiskað og prísirnirer góðir. Framgongdin er tí fult so væl ella betur grundað enn framgongd í øðrum skeiðum, tá økt byggivirksemi, íløgur, økt
alment virksemi og privat lántøka hava verið ein týðandi partur av grundarlagnum undir framgongdini. Tað er tessvegna av alstórum týdningi, framhaldandi at tryggja at grundarlagið fyri búskaparligu gongdini er sunt.
Hartil kemur, at serliga fiskaídnaðurin hevur økt munandi um sítt kappingarføri, bæði tí lønarkostnaðurin ikki hevur fylgt gongdini í londum, sum vit kappast við, og tí produktiviteturin er vorðin betri.
Hinvegin er tað greitt, at gongdin ikki er haldgóð av serliga trimum høvuðsorsøkum.
1. Avkastið í stórum pørtum av fiskivinnuni bæði á landi og á
sjógvi er ov lítið til at endurnýggja framleiðslutólini.
2. Fiskastovnarnir undir Føroyum verða í løtuni troyttir til tað
ýtarsta. Tí fer fiskiskapurin at fylgja fult út við skiftinum í tí
lívfrøðiliga grundarlagnum, sum fyrr ella seinni fer at koma.
3. Niðurslitin tól, bæði hjá tí privata og hjá tí almenna, fara at
krevja útskifting tey komandi árini og fara harvið at seta krøv
til fíggjarorkuna bæði í vinnuni og hjá tí almenna.
Tað er tí framvegis av størsta týdningi, at fiskiskapurin verður skipaður, so hann verður so kostnaðareffektivur sum møguligt og samstundis verjir fiskastovnarnar. Sannlíkt er, at sami fiskiskapur hevði kunnað verið við Føroyar við minni flota. Ein minni floti hevði havt við sær, at raksturin hevði borið seg betri. Tað økta avlopið innan fiskiskap kann vera við til at skapa grundarlag fyri, at fiskivinnan sum heild betri verður før fyri at leggja ætlanir fram í tíðina, so størst møguligt avkast fæst. Skal verandi fiskidagaskipan røkka hesi mál, so verður neyðugt at skerja fiskidagatalið munandi, samstundis sum full umsetiligheit verður millum skipini og skipabólkarnar. Fyri at verja einstøk fiskasløg kann eitt avgjald á veiðuna av hóttum fiskasløgum kanska verða við til at tryggja at stovnsrøktin verður nóg góð.
Kappingarførið hjá fiskivinnuni á landi er bøtt munandi tey farnu árini bæði vegna bøttan produktivitet og tí lønarlagið ikki er farið upp. Hóast tekin eru, um at tað gongur betri, eru framvegis trupulleikar við at standa seg i kappingini. Tað er tískil av alstórum týdningi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum arbeiða saman um at tryggja, at lønarvøksturin er grundaður á produktivitetsvøkstur, so gongdin kann halda fram. Eitt betri kappingarføri hevur við sær javnari rávørutilgongd og støðugari arbeiði á landi. Vinnan eigur so vítt møguligt at klára hetta sjálv, tí almenn tiltøk hava við sær ov stórar vansar. Eydnast tað at gerast fult kappingarfør og eydnast tað at gera fiskiskapin meira javnan, so fer tað at hava við sær eina tryggari rávørutilgongd til virkini, sum tí betri kunnu gera langtíðarætlanir og eitt nú gera avtalur um sølu til háprísmarknaðir og harvið gerast uppaftur meira kappingarfør.
Hóast afturgjaldingin av landskassaskuldini nú er komin í eina fasta legu, og skuldin og rentuútreiðslurnar eru minkaðar munandi, eigur at vera víst á , at almennu kassarnir framvegis eiga at stíla móti at spara upp í góðum árum, bæði fyri at megna at gera neyðugar íløgur, fyri at minka skuldina, sum framvegis er stór, og fyri at sleppast kann undan beinanvegin at tátta so nógv í, um búskapurin er fyri bakkasti.