Búskaparfrágreiðing heystið 2020. Evni: Produktivitetur

1. september 2020

Frágreiðing

Koronafarsóttin givið negativan stoyt 
Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ fyri árið 2020 vegna broyttar fortreytir orsakað av koronafarsóttini. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at vera -6,9% í 2020 og 5,5% í 2021. Harafturat er 2019 endurmett vegna dagførd hagtøl.

1. september 2020

Frágreiðing

Tak niður

(Sí talvu á s.95 í frágreiðing)

2019 var eitt ár við óvanliga høgum búskaparvøkstri, ið millum annað kom av øktum útflutningi av aliog uppsjóvarfiski. Útflutningurin vaks við 19% í 2019 samanborið við 2018. Aðrir partar av búskapinum bóru somuleiðis brá av einum búskapi við nógvari ferð. Koronafarsóttin gav føroyska búskapinum ein stoyt, sum breyt av hesa gongd. Serliga er føroyska ferðavinnan hart rakt av tiltøkunum, ið vórðu sett í verk til tess at forða fyri smittuspjaðingini. Roknað verður við lægri fiskavøruútflutningi saman við prísfalli á bæði alilaksi, makreli og øllum botnfiskasløgum í 2020. Eftirspurningurin frá útlendskum matstovum eftir føroyskum laksi er lækkaður, og uppsjóvar- og botnfiskur verður í stóran mun lagdur inn á goymslur vegna avmarkaða marknaðaratgongd. Í 2021 væntast fiskavøruútflutningurin at vaksa aftur, og árið 2020 umboðar sostatt eitt fyribils fyribrigdi, ið hevur eitt stórt fall í BTÚ, sum síðani verður avloyst av eini skjótari tillaging. Skjóta tillagingin sæst longu aftur í batnaða løntakaratalinum, sum hevur eitt eyðkent V-mynstur við stórum falli í apríl 2020 og ein brattan uppgangandi vøkstur fram til juli 2020. Privata nýtslan tykist ei heldur at vera stórvegis merkt av, at samfelagið hevur verið fyribils afturlatið. Húsarhald, sum ikki hava ferðast uttanlands í summar, hava partvíst nýtt sparingina í Føroyum, og partvíst sett inn á bók í peningastovnunum. 

Undirskot á fíggjarlógini 2020 og 2021 
Landskassaúrslitið í 2020 er mett at verða -583 mió. kr., og í 2021 -570 mió. kr. Hesi bæði árini eru stórliga merkt av koronafarsóttini, av tí at útreiðslur hækka, og serstakliga tí at inntøkur minka. Árið 2020 er tó eisini merkt av, at landsstýrið førir ein leysari fíggjarpolitikk við hægri útreiðslum og lægri inntøkum (millum annað økt fólkapensjón og skattafrádrátt).

Støðufestandi konjunkturpolitikkur (tvs. ein politikkur ið hvørki er konjunkturviðrekandi ella konjunkturmótrekandi) hevur sum endamál at minka um tey sveiggj, sum búskapurin av ymiskum orsøkum hevur. Treytin fyri gagnligari ávirkan av støðufestandi konjunkturpolitikki er, at eftirspurningurin hjá almenna tænastugeiranum virkar støðufestandi. Tað merkir, at almennar útreiðslur til rakstur, veitingar og íløgur skulu hava eina javna gongd, meðan inntøkurnar sleppa at fylgja gongdini í búskapinum. Sostatt eigur almenn fyrisiting og tænasta at hava avlop í hákonjukturi og kunnu hava hall í lágkonjunkturi.

Tá talan er um fortreytir fyri at reka støðufestandi konjunkturpolitik, er tað fíggjarstøðan og kreditvirðið hjá landskassanum, sum hevur týdning, og ikki fíggjarstøðan hjá øðrum geirum. Tí um landsstýrið skal til aðrar geirar eftir pengum, verður fíggjarligt rásarúm tikin frá hesum geirum, og soleiðis mótarbeiðir eitt tílíkt átak tí støðufestandi konjunkturpolitikki, sum rættur er at føra. ALS er í eini serstøðu í so máta.

ALS hevur í koronafarsóttini tikið undir við lógarbroyting, sum heimilar ALS at rinda ískoytisløn til heimsendar løntakarar. Tað at ALS átekur sær hesa uppgávu, vísir, at landsstýrið kann vænta samstarv við ALS seinni í líknandi støðu. Við hesum undantaki er sjónarmiðið omanfyri rætt, at Landsstýrið og Løgtingið noyðast at gera landskassan so væl fyri fíggjarliga, at førleikin til at føra skilagóðan konjunkturpolitikk er til staðar. Í langa siktinum er hinvegin týðandi at landskassin við konsolidering er førur fyri at møta avbjóðingunum við fíggjarliga haldførinum, ið stendst av broyttari aldurssamanseting.

Produktivitetsvøkstur sum tema

Temafrágreiðingin greiður frá búskaparliga hugtakinum produktivitetsvøkstri og hvussu hesin verður útroknaður og hví hesin er neyðugur. Produktivitetsvøkstur merkir vøkstur í materiella livistøðinum. Produktivitetsvøkstur snýr seg ikki um at arbeiða “harðari”, men at arbeiða “smartari” við betraðum fyriskipanum, amboðum, tøkni og undirstøðukervi. Tað eru serliga íløgur, ið skapa produktivitetsvøkstur, og í íløgunum er vanliga feld niður tann nýggjasta og effektivasta tøknin. Íløgur skulu í síðsta enda fíggjast av uppsparing, og harafturat má arbeiðsmegin sum input útbúgvast til at handfara hækkaða tøknistøðið. Nýtslan hjá arbeiðsmegini av nýggjari tøkni skapar altso produktivitetsvøkstur. Stóri búskaparvøksturin síðani 2012 skyldast produktivitetsvøkstur, men hesin kundi verið størri um rætt var atborið. Avgerandi fortreyt fyri at føroyski búskpurin megnar at møta komandi avbjóðingum, er produktivitetsvøkstur.