Búskaparfrágreiðing heystið 2011
1. september 2011
Frágreiðing
Lønsemi í fiskivinnuna og meira til samfelagið.
1. september 2011
Frágreiðing
Tað ber til at fáa lønsemi í fiskivinnuna, og samfelagið kann fáa munandi meira burtur úr tilfeinginum. Hetta krevur broytingar. Øll veiðirættindi eiga at verða seld á uppboði. Lyklaorðini eru stovnsrøkt og marknaðargerð, skal fiskivinnan gerast burðardyggari.
Búskaparráðið hevur almannakunngjørt heystfrágreiðing sína. Fokus er á lønsemi í fiskivinnuni, og hvussu samfelagið kann fáa meira burtur úr felags føroyska tilfeinginum.
Er politiskur vilji, ber til. Stovnsrøkt og burðardygd eru týðandi, og broytingar í fiskidaga og -loyvisskipanini skulu til, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Frágreiðingin inniheldur tilmæli um, hvussu lønsemi fæst í fiskivinnuna, so hon kastar meira
av sær til samfelagið. Høvuðstilmælini eru, at øll skipanin verður meira marknaðarlig, og at
stovnsrøktin fer fram eftir greiðum umsitingarætlanum.
Tað er positivt, at politikarar hava ásett, at fiskiskapurin skal vera burðardyggur í 2015. Tað
er tó ein veikleiki, at ongin umsitingarætlan enn er gjørd, og at tað á hvørjum ári er Løgtingið sum ásetur samlaða fiskidagatalið, sigur formaðurin.
Royndirnar at selja veiðirættindi til makrel á uppboði fyrr í ár vísa, at stór virði eru knýtt at
rættindunum at fiska makrel, og at til ber at selja slík rættindi á einum skipaðum marknaði.
- Fyri 20 tús. tons var inntøkan 72 mió. kr. (selt fyri 3,60 kr. pr. kg. í miðal)
- Fyri 63 tús. tons var inntøkan 16 mió. kr. (tilfeingisgjald á 0,25 kr. pr. kg.)
- Fyri 35 tús. tons var eingin inntøka (útlutað uttan nakað gjald)
Verandi skipan forðar fyri kapping og gjøgnumskygni, og búskaparliga sæð, er rættast at øll
fiskirættindi verða seld umvegis ein skipaðan marknað. Vit mæla til, at royndarskipanin fram til 2018 verður útbygd til eisini at fevna um marknaðin fyri víðarisølu av fiskirættindum og nýggj veiðirættindi, sum kunnu taka seg upp, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Í frágreiðingini er eitt uppskot um, hvussu ein marknaðarlig skipan kann verða sett í verk. Lagt verður upp til eina skiftistíð á t.d. 5 ár har ein vaksandi partur av øllum veiðirættindum verður seldur á einum skipaðum marknaði. Á henda hátt verða øll veiðirættindi seld á einum skipaðum marknaði í 2023.
Umráðandi er at ein nýggj skipan verður fyrireikað í góðari tíð, so vinnan so tíðliga sum gjørligt veit, hvørjir karmar vera at virka innan eftir 2018.