Búskaparfrágreiðing heystið 2010

26. oktober 2010

Frágreiðing

í 2010 frá afturgongd til framgongd. Eftir tvey ógvuliga trupul ár eru tekin um vend í búskapinum. Alheimskreppan hevur havt stóra ávirkan á at kalla allan heimsbúskapin undir einum, og enn er langt eftir á mál, áðrenn búskapurin kemur aftur á sama stig sum undan kreppuni.

26. oktober 2010

Frágreiðing

Tak niður

Ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er um at venda í 2010 frá afturgongd til
framgongd. Eftir tvey ógvuliga trupul ár eru tekin um vend í búskapinum, men búskapurin
er enn ikki komin á sama stig sum undan alheimskreppuni, ið hevur havt stóra ávirkan á
at kalla allan heimsbúskapin undir einum.


Privata nýtslan er lítil í Føroyum. Nýtslan er á leið tann sama sum fyri fimm árum síðani,
og hetta ávirkar búskapin nógv við at avmarka eftirspurningin. Arbeiðsloysið tykist fyribils
vera vent, men tað er kortini lítið sannlíkt, at arbeiðsloysið fer at minka niður á sama stig
sum undan kreppuni. Serliga rakar arbeiðsloysið ávísar partar av landinum og ávísar
aldursbólkar.


Eik Banki er vorðin partur av A/S Finansiel Stabilitet. Skipanin, ið er løgd undir
peningastovnarnar í ríkinum við A/S Finansiel Stabilitet og Det Private Beredskab,
tryggjar, at vanligt virksemi hjá peningastovninum kann halda fram óbroytt. Peningastovnurin fer nú undir eina broytingartilgongd, ið fer at hava við sær umskipan av samtakinum og eigaraskifti. Væntað verður at ávirkanin á búskapin av umskipanini í Eiksamtakinum verður avmarkað.


Tá hugsað verður um støddina á Eik Banka í føroyska búskapinum er skjótt at hugsa sær,
at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri føroyska búskapin. Men kortini er líkt til, at
ávirkanin verður avmarkað. Royndir úr serliga Danmark vísa, at viðskiftafólk í tí væl rikna
partinum av bankanum so at siga ongan mun fara at merkja, men støðan kann gerast
trupul hjá fyritøkum og vinnugreinum, ið longu hava rakstrartrupulleikar og longu nú rinda
nógv fyri at fíggja seg.


Óvissa er tó í løtuni um støðuna hjá serliga vinnulánunum í Eik Banka, og tí er trupult at
gera eina einfalda mynd av støðuni í bankanum. Samanlagt verður tó hildið, at støðan hjá
Eik Banka kann ávirka atgongdina at fíggja nýggjar íløgur og nýtt virksemi nakað, men grundleggjandi eru væntandi stórvegis avleiðingar fyri búskapin. Partapeningurin í Eik er tó horvin, og partaeigarar í Eik hava tí mist peningin teir settu í Eik. Hetta kann ávirka
búskapin, um t.d. hugurin at gera íløgur ella hugurin til nýtslu minkar av hesum.


BTÚ í ársins prísum í 2010 kann metast at vaksa umleið 3%. Undir ávísum fyritreytum eru
eisini útlit fyri búskaparvøkstri í 2011 og nøkur ár aftaná. Grundað á myndilin hjá
Landsbankanum verður vøksturin í 2011 mettur at vera um 5% og árini aftaná væl minni
enn tað.


5% í vøkstri í ársins prísum í 2011 tykist vera eitt frávik frá høvuðsgongdini í búskapinum
fram til 2015. Høvuðsgongdin tykist heldur vera 3% í vøkstri um árið í ársins prísum. Í
kapitli 3, har skuldarstøða o.a. verða framroknað, framroknar Búskaparráðið tí heldur við
einum miðalvøkstri, sum er 3% um árið í ársins prísum fram til 2015. Gjørt verður vart
við, at stór óvissa er tengd at framrokningum av BTÚ, og at møguleiki framvegis er fyri, at
stoytir raka búskapin, sum kunnu gera, at búskaparvøksturin verður minni enn væntað
næstu árini.

Óvissan um fyritreytir hevur uppruna í bæði føroyska og altjóða búskapinum. Óvissa er
m.a. um, hvussu stórar íløgur fyritøkur fara at gera, hvussu húsarhald raðfesta millum
nýtslu og uppsparing, hvussu positiv vakstrarlíkindini fyri botnfisk í Føroyum eru eins og
um gongdina í orkuprísum. Óvissa er tengd at skuldarstøðuni í fleiri londum í Suðurevropa,
og altjóða fíggjarmarknaðir hava verið merktir av órógvi higartil í 2010 – serliga var órógv
á fíggjarmarknaðunum fyrsta ársfjórðing í ár.


3% í væntaðum vøkstri í 2010 uppá stavar m.a. frá hallinum hjá tí almenna og vaksandi
útgjaldunum frá Arbeiðsloysisskipanini. Hallið og ALS-útgjaldið gera at eftirspurningurin
ikki minkar so nógv sum annars. Húsarhaldini brúka í løtuni ein lutfalsliga lítlan part av
inntøkuni til nýtslu og tálma tí eftirspurninginum, men kunnu væntast at vaksa nakað um
nýtsluna aftur.


Inntøkurnar í fiskivinnuni hava verið væl frægari higartil í ár sammett við somu tíð í fjør og
væntast at geva tað størsta ískoytið til vøksturin. Framleiðslan í alivinnuni er á leið á sama
stigi sum í 2009. Prísirnir hava tó verið sera góðir. Negativar goymsluíløgur í flestum
vinnugreinum hava helst tálmað í vøksturin.


Í 2011 verður vøksturin í BTÚ sum nevnt mettur til 5%, grundað á myndilin hjá
Landsbankanum. Almenni geirin er væntaður at minka hallið, sum tó framvegis er stórt,
og sum saman við útgjaldinum frá ALS minkar fallið í eftirspurninginum.


 Húsarhaldini væntast at vaksa nýtsluna nakað. Størsta ískoytið til BTÚ væntast frá fiskivinnuni og meiri eftirspurningi frá fyritøkum, tí at tær væntandi ikki minka goymslurnar meira. Ymsar umstøður gera, at vøksturin mest sannlíkt verður lutfalsliga lítil næstu árini í
føroyska búskapinum og í umheiminum. Í fleiri londum væntast húsarhaldsnýtslan
framhaldandi at vera lítil næstu árini, tí at húsarhaldini heldur spara upp fyri at minka um
skuld. Føroysk húsarhald eru í miðal ikki í ringari skuldarstøðu; tí er ikki óhugsandi, at tey
kunnu vaksa nýtsluna nakað næstu árini.


Í fleiri londum verður somuleiðis væntað, at fíggjargeirin verður varin at hækka útlánini
næstu árini – m.a. tí at skuldin enn er lutfalsliga stór í fíggjargeiranum. Lutvíst kann hetta
eisini væntast at gera vart við seg í Føroyum. Harafturat eru ætlanir um at seta í verk spariætlanir í flestu londum í vesturheiminum fyri at fáa tamarhald á almenna hallinum og vaksandi almennu skuldini. Hetta fer mest sannlíkt at merkja minni búskaparvøkstur næstu árini enn undir vanligum umstøðum. Í metingunum um útlit fyri føroyska búskapin næstu árini er eisini væntað, at hallið í almenna geiranum minkar burtur í einki eftir 5 árum.


Við nevndu fyrivarnum, verður mett, at búskapurin kann vaksa í miðal eini 3% um árið í
ársins prísum fram til 2015, vaksa húsarhaldini nýtsluna sum part av inntøkuni nøkur ár,
og loyva vakstrarlíkindini fyri botnfisk meiri veiði. Verða ikki tiltøk framd, sum kunnu taka
burtur forðingar fyri framleidnis- og búskaparvøkstri fer vøksurin mest sannlíkt at falla
aftur, tá hesar báðar tillagingarnar eru lidnar.