Búskaparfrágreiðing heystið 2009

6. november 2009

Frágreiðing

Tekin eru um, at stígurin í búskapinum, sum kom á heysti í 2008, er um at hæsa av. Arbeiðsloysið er góð 4% av arbeiðsfjøldini. Hóast afturgongdin tykist vera fjarað, er enn ov tíðliga at siga við vissu, um vøkstur er í búskapinum aftur.

6. november 2009

Frágreiðing

Tak niður

Føroyski búskapurin er ikki illa fyri, hóast avbjóðingar vera næstu árini. Skuldin er lutfalsliga lítil í øllum geirum í búskapinum, arbeiðsloysið er lítið, og hagtølini benda á avlop á gjaldsjavnanum.


...men hallið hjá landskassanum er ov stórt Inntøkurnar hjá landskassanum minkaðu
munandi fjórða ársfjórðing í 2008 og eru minkaðar aftur í ár, serliga tí at húsarhaldini
hava brúkt minni enn undanfarin ár. Hallið hjá landskassanum gjørdist góðar 330 mió. kr.
í 2008, og í ár verður tað væntandi góðar 800 mió. kr. Eftir fíggjarlógaruppskotinum fyri
2010 verður hallið góðar 770 mió. kr. næsta ár.


Verður hugsað um, at arbeiðsloysið er góð 4%, er hetta stórt hall at hava hjá
landskassanum. Havt skal eisini vera í huga, at rokningin fyri hallið árini 2008–2010
verður at rinda aftur við avlopum hjá landskassanum í framtíðini, umframt at
rentuútreiðslurnar hjá landskassanum fara at vaksa næstu árini.


Neyðugt við tiltøkum Tað er tó umráðandi, at tiltøk verða sett í verk, sum fáa ójavnan
burtur í førda inntøku- og útreiðslupolitikkinum, soleiðis at fíggjarpolitikkurin aftur verður
haldførur. Ávíst rásarúm er í búskapinum, so tað almenna kann hava ávíst hall í nøkur ár,
men verða tiltøk ikki sett í verk, gerst alt tyngri at koma aftur á beint. Ein fortreyt fyri
jøvnum búskaparvøkstri er, at fíggjarpolitikkurin hjá tí almenna er haldførur.


Tvey høvuðsatlit at taka Mælt verður til, at búskapar- og fíggjarpolitikkurin næstu árini
tekur tvey høvuðsatlit. Í fyrra lagi eigur fíggjarpolitikkurin at taka atlit at
lágkonjunkturinum, sum er og tí, at óvissa er um, hvussu drúgvur lágkonjunktururin í
føroyska búskapinum og í umheiminum verður. Í øðrum lagi eigur fíggjarpolitikkurin næstu
árini at taka atlit at at fáa fíggjarpolitikkin haldføran eftir eitt miðallangt tíðarskeið.


Bygnaðarligir skeivleikar Týðandi partar av hallinum hjá tí almenna árini 2008–2010
eru bygnaðarligir, og standast sostatt meiri av skeivum fíggjarpolitikki undanfarin ár enn
av konjunkturniðurgongd í búskapinum. Tiltøk, ið verða sett í verk næstu árini til tess at
bøta um bygnaðarligar skeivleikar í inntøku- og útreiðslupolitikkinum hjá tí almenna,
nýtast tó ikki at hava sum endamál at fáa alt hallið hjá tí almenna at hvørva. Ein partur av
hallinum hvørvur av sær sjálvum, tá ið meiri ferð kemur aftur á búskapin og nýtsluna.
Tískil eiga tiltøkini at vera stílað eftir bygnaðarliga partinum av hallinum.