Búskaparfrágreiðing heystið 1998

12. februar 1999

Frágreiðing

Nú longri er liðið út á árið, síðan Búskaparráðið gav frágreiðing út í juli, er høvuðsboðskapurin at búskaparvøksturin heldur fram. Á framleiðslusíðuni sæst vøksturin á, at lønargjaldingarnar sum heild framvegis eru vaksandi, og vøkstur er nærum í øllum vinnugreinum. Onnur tekin um framgongd benda sama veg. Arbeiðsloysið minkar framvegis, og fiskiskapurin hevur verið góður. Útflutningsvirðið er vaksandi, meðan innflutningvirðið ikki veksur so dúgliga. Avlop er sostatt á handilsjavnanum. Og prísvøksturin á fiski heldur fram, hóast tað í vár var torført at hugsa sær at hann kundi vaksa nógv meira. Fiskiskipaflotin hevur av tí sama sum heild rættuliga stór avlop. Hinvegin er vøksturin í innflutninginum tekin um størri eftirspurning, eins og høgu húsaprísirnir og vøksturin í byggivinnuni eisini eru tað.

12. februar 1999

Frágreiðing

Tak niður

Á fíggjarlógini fyri 1999 er ætlað eitt avlop av rakstrar- og íløguroknskapinum upp á 250 miljónir. Mesta einstaka broytingin frá í fjør er, at rentuútreiðslurnar minka við 200 miljónum. Í løgurnar eru helst tálmaðar í mun til ynskini frá ymsu økjunum á fíggjarlógini, hóast talan er um ein vøkstur í mun til í fjør upp á 10 miljónir.

Av teimum 160 miljónunum til íløgur (tá íroknaðar eru 20 miljonir til stuðul til tunnilin undir Vestmannasund), fara einar 50 miljónir í vaktarskip og ferju til innanoyggjasigling. Eftir eru 110 miljónir, sum fara til byggiíløgur. Metingin í Fíggjarstýrinum er, at kommunalu íløgurnar fara at vera umleið 130 miljónir í 1999, har meginparturin eru byggiíløgur.

Tilsamans kann tí væntast at land og kommunur fremja byggiíløgur fyri 240 miljónir, sum fara at krevja arbeiðskraft í 1999. Verða skipini eisini bygd í Føroyum, verður eftirspurningurin eftir arbeiðskraft tað størri.

Tað er sjálvandi sera gott tekin, at roknað verður við rímuliga stórum avlopum á rakstrar- og íløguroknskapinum hjá landskassanum bæði í 1997, 1998 og eisini ætlað í 1999. Men, sum eisini nevnt frammanundan, er ætlaða avlopið í 1999 upp á 250 miljónir heldur lítið, tá mett verður í mun til sera góðu treytirnar hetta seinasta árið. Og tá Landsstýrið hevur goldið avtalaðu avdráttirnar til danska statin, eru 127 miljónir eftir spariavlop. Skal Landsstýrið miða eftir at hava nóg mikið at standa ímóti við, tá konjunkturarnir ganga ímóti, so má í bestu tíðum vera størri avlop enn nú er.