Búskaparfrágreiðing 2008

1. desember 2008

Frágreiðing

Avleiðingarnar frá fíggjarkreppuni, sum rakt hevur stórar partar av heiminum, kennast eisini í  Føroyum. Amerikanski Tjóðbankin, Federal Reserve, lækkaði rentuna sera nógv aftaná tann 11.  septembur 2001, og pengamongdin vaks. Frá Amerika, sum hevði ógvuliga stór hall á  fíggjarlógini og eisini á gjaldsjavnanum, floymdi síðani peningurin um allan heim. 

1. desember 2008

Frágreiðing

Tak niður

Við tí støðu, sum amerikanski dollarin hevur fram um onnur gjaldoyru, gjørdist tann ríkiliga penganøgdin eitt alheimsfyribrigdi. Vit fingu metlágar rentur – eisini í Føroyum og Danmark. Útlánini hjá peningastovnunum vuksu munandi meira enn veruligi búskapurin. Nýggir roknskaparhættir við væl veikari krøvum til burturleggingar gjørdu eisini sítt til, at útlánini vuksu. Í Danmark, og í Føroyum, byrjaði hetta av álvara í 2005.


Peningastovnarnir fíggjaðu áður síni útlán við innlánum, men útlánini fingu nú sítt egna lív, við tað at peningastovnarnir fóru at læna pening í útlandinum fyri at fíggja tey. Soleiðis vuksu útlánini meira enn innlánini, og tey vuksu eisini meira, sum áður nevnt, enn tann veruliga framleiðslan í búskapinum. Hendan gongd elvdi til bløðrur, serstakliga á bústaðarmarknaðinum og partabrævamarknaðinum. Bløðrurnar eru nú brostnar, og lántakarar og peningastovnar hava mist stór virði. 


Útlánsvirksemið hjá peningastovnunum hevur stimbrað búskapin síðani 2005, og hetta virksemi hevur verið konjunkturviðgangandi. Í ávísan mun hava peningastovnarnir sjálvir skapað uppgongdina. Nú er støðan ein onnur. Minni útlánsvirksemi hevur tálmandi ávirkan á búskapin, og peningastovnarnar fara harvið – vegna vantandi likviditet og tap á útlánum – at skunda undir búskaparligu 
afturgongdina. 


Tað eru tó ikki bara peningastovnarnir, ið hava virkað við til, at vit hava fingið stór 
búskaparsveiggj. Landsstýrið hevur eisini styrkt um búskaparsveiggini við óhóskandi 
skattapolitikki. Har var eingin orsøk hjá undanfarnu samgongu (ABC) at veita skattalættar seinastu árini. Teir vóru konjunkturviðgangandi og elvdu harvið til enn heitari búskap.