Búskaparfrágreiðing 2003

1. desember 2003

Frágreiðing

Hóast bruttotjóðarúrtøkan í 2002 var 5% størri enn í 2001, byrjaði konjunkturafturstigið longu frá ársbyrjan 2002. Miðal ársfjórðingsvøxturin í lønargjaldingum í 2002 var 1% afturímóti 4,2% í 2001. 

1. desember 2003

Frágreiðing

Tak niður

Vøxturin í lønargjaldingunum fór at falla, men kortini hevði hetta ikki stórvegis ávirkan á keypshugin hjá húsarhaldinum í fyrsta umfari. Umsetningurin í handlunum, sum selja vørur til húsarhaldsnýtsluna, var næstan 10% størri í 2002 enn árið frammanundan. Eftir verandi gongd at døma verður húsarhaldskeypið í 2003 eini 2% størri enn í fjør, og tað er lítið meira enn prísvøxturin hevur verið á húsarhaldsvørum.

 Fíggjarsparingin hjá húsarhaldum sýnist kortini at hava verið minni í 2002 enn árini frammanundan, so eftir øllum at døma høvdu borgararnir í 2002 ikki mist álitið á inntøkumøguleikarnar, men heldur minka um sparingina enn um keypið. Somuleiðis sýnast fyritøkurnar at hava varðveitt trúnna á framtíðina og minkaðu ikki um starvsfólkatalið í 2002, tí arbeiðsloysið minkaði alt árið 2002.

Støðan sýnist kortini at vera undir broyting í 2003. Keypið hjá 
húsarhaldinum vexur ikki eins nógv og áður, arbeiðsloysið er vaksið, 
inntøkurnar í summum vinnugreinum minka álvarsliga og tað almenna 
hevur boðað frá sparingum í 2004.

Í ár hevur lítil og ongin vøxtur verið í búskapinum, og ongi tekin eru 
heldur at finna í útflutningsprísum, sum boða frá, at framgongd fer at 
koma frá útflutningsvinnunum.

Reala afturstigið er heldur størri enn tað, sum tølini í ársins prísum vísa. 
Um somu tíð er nevniliga farin fram prísvøxtur bæði innlendis og 
uttaneftir. Lønargjaldingarnar í ár fara samanlagt at vera umleið 1% 
størri enn í fjør, men av tí at vøxturin í sáttmálalønum í ár var umleið 
4%, so er realt talan um eitt fall í lønargjaldingum.