Búskaparfrágreiðing 2002
1. juli 2002
Frágreiðing
Samanumtikið eru vaxtrartrekleikar at hóma, sum helst fara at seta mark millum tíðarskeiðið 1995 til 2001 og so árini komandi. Tey viðurskiftini, sum seinastu árini hava elvt til vaxandi inntøkur og stórt virksemi, eru framvegis til vildar, men eru helst undir broyting.
1. juli 2002
Frágreiðing
Talan er ikki um nakra stórkreppu, elvda av okkum sjálvum, sum er á
veg. Men um eina minking í vøxtri vegna altjóða konjunkturar og
trekleikar í tillagingini.
Talan er partvíst um viðurskifti, vit onga ávirkan hava á – so sum
útflutningsprísir og innflutningsprísir, rentustøði og annað, sum stavar
frá búskapargongdini á heimsmarknaðunum.
Útflutningsprísirnir – og nær tengt at teimum, avreiðingarprísirnir –
eru falnir munandi hetta seinasta árið. Og hóast prísirnir á avgerandi
fiskasløgum eru farnir nakað upp aftur seinastu tíðina, so er lítið at
ivast í, at útflutningurin fer ikki framhaldandi at geva sama
vaxtraríkast, sum árini frammanundan.
Tað er ikki víst, at útflutningurin verður so nógv minni enn árini
frammanundan. Tað er heldur ikki víst, at býtislutfallið versnar so
nógv í mun til undanfarin ár. Heldur sýnist tað at vera so, at tað íkastið
til vøxtur, sum komið er úr útlendska eftirspurninginum og tessvegna
útflutningsframleiðsluni, ikki fer at vara við.
Eftir nøkur ár við munandi vøxtri í útflutningsvirði og flestu avgerandi
fiskaprísum, er altso talan um eitt skifti. Eitt skifti til eina tíð við
ongum ella minni vaxtraríkasti frá útflutningsframleiðsluni.
Væntandi er kortini enn vøxtur í framleiðsluni til heimamarknaðin.
Hóast ongin vøxtur er í útflutningsinntøkunum, so er hópin av uppgávum innanlands, sum eftirspurningur er eftir at fáa loystar.
Eingin orsøk er til at vænta, at eftirpurningurin hjá húsarhaldinum fer
at minka, og tí fer tann parturin av innlendsku tænastunum valla at
merkja nakað serligt til bakkastið í útflutningsframleiðsluni. Henda
meting er tó grundað á, at prísfallið í útflutninginum ikki verður meira
enn tað longu er. At inntøkuvøxturin í samfelagnum sum heild higartil
í ár hevur verið 11% týðir eisini uppá, at samfelagið sum heild ikki í
serligan mun er merkt av minkingini í útflutningsprísunum.
Byggivinnan hevur eisini uppgávur at loysa, sum í stóran mun eru
óheftar av bráðfeingis sveiggjunum í útflutningsprísum. Her er talan
um bygningar og byggiverk til bæði vinnuna, tað almenna og
húsarhaldið