Arbeiðsnotat: Fíggjarpolitiskt haldføri

1. september 2024

Annað

Greiningin hjá Búskaparráðnum av fíggjarpolitiska haldførinum hevði til endamáls at kanna, um førdi fíggjarpolitikkurin er haldførur. Tað vil siga, hvørt tænastustøðið á vælferðarøkinum kann bjóðast í framtíðini, hóast vaksandi talinum av eldri.

1. september 2024

Annað

Tak niður

Úrslitið í frágreiðingini um fíggjarpolitiska haldførið var, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at nýskipanir mugu gerast. Í hesum tekniska fylgiskjali verður nærri lýst, hvørjar fortreytir liggja handan haldførisgreiningina, hvørjir myndlar liggja til grund, og hvussu komið er fram til haldførisávísan. Talan er um fyrstu útgávu av haldførsmyndlinum, sum framvegis er undir menning.