Um ráðið
Búskaparráðið skal sambært lóg fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og skal koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september.
Les lógina um Búskaparráðið her
Les starvsskipanina fyri Búskaparráðið her
Búskaparráðið er skipað við 5 limum, sum landsstýrismaðurin velur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt trý ára tíðarskeið. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Í minsta lagi tríggir av limunum skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu harumframt hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av førleikaøkjum nevnd niðanfyri og nevndarlimirnir skulu samanlagt fevna um allar førleikarnar:
- Búskaparfrøði
- Fígging og kredittmeting
- Føroyskt vinnulív
- Serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Limirnir í Búskaparráðnum:
Frá vinstru: Jan Otto Holm, Anja Rein, Johnny í Grótinum, Marjun Weihe Thomassen, Hans Ellefsen
Johnny í Grótinum, formaður, er námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetur Føroya. Johnny er útbúgvin cand.polit frá Københavns Universitet í 2003. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan leiðslu og virðisbrævaumsiting frá bankum umframt leiðsluroyndir frá almennum stovnum. Johnny hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran og búskapin. Umframt starvið sum námslektari á Setrinum, er Johnny í Grótinum stjóri í egnari fyritøku, sum ber navnið Í Grótinum.
Anja Rein er útbúgvið bankafólk og hevur eina master í leiðslu og eina nevndarútbúgving frá CBS. Anja er Stjóri í Demich og er nevndarlimur í Jarðhita. Anja hevur meira enn 24 ára royndir í fíggjargeiranum og hevur røkt leiðslustørv í Føroya Banka í meira enn 16 ár. Hon hevur drúgvar royndir við strategiskari og operativari leiðslu, broytiungarleiðslu, menning av starvsfólki og arbeiðsmentan. Anja er virkin í føroyskum og altjóða fótbólti sum nevndarlimur í FSF og limur í UEFA Football Committee.
Jan Otto Holm er útbúgvin Cand.merc. innan fígging og roknskap í 1995. Hann hevur arbeitt innan virðisbræva- og fíggjarognarumsiting hjá bankum og tryggingarfeløgum í Føroyum og í Danmark. Í dag hevur Jan Otto sítt egna virki, Sp.f. JOSH, sum veitir ráðgeving innan fíggjar- og íløguviðurskifti. Harumframt undirvísir Jan Otto á Glasir og bankaskúlanum. Hann hevur sostatt holla vitan um føroyska fíggjargeiran, tryggingarvirksemi og búskapin. Jan Otto Holm er harumframt Nevndarformaður í KJ Hydraulik og íløgustjóri í Lívsverk.
Marjun Weihe Thomassen er stjóri í Landsverk. Marjun er útbúgvin cand.merc. í Applied Economics and Finance í 2005. Umframt útbúgvingina í búskaparfrøði hevur Marjun tikið eina bankaráðgevara útbúgving. Marjun hevur arbeitt innan virðisbrævaumsiting og røkt og hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari. Sum stjóri í Landsverk er Marjun W. Thomassen eisini forkvinna í Byggiharrasamtak Føroya, Forkvinna í Tunnel Society og forkvinna í NVF Føroyar (Nordic Road Association).
Hans Ellefsen, phd. og lektari í búskaparfrøði. Hann er varadekanur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, har hann millum annað granskar í umsiting og býti av felags uppsjóvarfiskatilfeingi í fiskivinnu og aling. Hans hevur m.a. arbeitt í Landsbankanum, Føroya Banka og Fiskimálaráðnum. Hans hevur sostatt holla vitan um føroyska fiskivinnu og búskapin sum heild. Hann hevur part í felagnum Í/F Hans Ellefsen og Annleyg Lamhauge, sum fæst við ráðgevara uppgávur.