Ymiskt Treysti

10. september 2025

Ymiskt treysti í vinnuni

Kanningin hjá Hagstovuni um treystið hjá vinnuni gevur eina ábending um búskaparligu støðuna í løtuni og útlitini fyri búskapin í stutta sýninum. Byggivinnan, handilsvinnan, tænastuvinnan og tilfeingisvinnan & annar ídnaður, eru høvuðsvinnugreinarnar í føroyska búskapinum, og hesar hava ávirkan á millum annað arbeiðsmarknaðin, útflutningin og gongdina í búskapinum sum heild.

Mangul á arbeðsmegi er størsta forðingin í byggivinnuni

Byggivinnan hevur tryggjað arbeiði í 11 mánaðar fram, sambært nýggjasta konjunkturbarometrinum hjá Hagstovu Føroya. Hetta er er minni enn í 2023 (2024??), tá byggivinnan hevði tryggjað arbeiði í 1,5 ár fram. Ráðgevarafyritøkurnar vænta tað verða eitt sindur færri verkætlanir til byggivinnuna komandi tíðina, meðan umboð fyri størru byggifyritøkurnar lata væl at og meta ikki tað verða útlit til færri íløgur komandi tíðina. Um sínar avmarkingar í framleiðsluni, svarar byggivinnan, at mangul á arbeiðsmegi er størsta avmarkingin. Tað er framvegis torført at finna skikkaða arbeiðsmegi til byggivinnuna.

Handislvinnan væntar lægri sølu komandi árið

Fyri handilisvinnuna gevur ávisin í konjunkturbarometrinum frá Hagstovuni í juni 2025 ábendingar um, hvat handislvinnan væntar eftirspurningin frá húsarhaldunum fer at vera.  Sambært umboð fyri handilsvinnuna eru stórar príshækkingarnar komnar uttanlands frá og tær hava ávirkað eftirspurningin eftir vørum hjá handilsvinnuni neiliga.   

Tænastuvinnurnar væntar, at eftirspurningurin fer at veksa

Tænastuvinnan fevnir um eina breiða viftu av fleiri vinnugreinum; eitt nú flutningsfyritøkur, gisti- og matstovuvirksemi og aðrar tænastur, sum eitt nú grannskoðanarfyritøkur og advokatskrivstovur. Eftirspurningurin í tænastuvinnuni hevur verið vaksandi í seinastu, og tænastuvinnan væntar somuleiðis, at sølan veksur komandi árið.

Tilfeingisvinnan væntar lægri prísir

Ávísin fyri tilfeingisvinnur í konjunkurbarometrinum er óbroyttur í kanningini frá juni 2025 samanborið við í januar 2025. Hóast hetta er undir miðal, er tilfeingisvinnan meira bjartskygd í nýggjastu kanningini, samanborið við í 2023 og 2024. Væntaði søluprísurin fellur, og tað kann eitt nú skyldast, at prísurin á laksi er fallin nógv í seinastuni. Ávísin fyri bíleggingar og væntaðan arbeiðstørv kvinkar upp, ímeðan væntaða framleiðslan kvinkar niður. Meðan alivinnan væntast at veksa fitt um framleiðsluna í 2025 og 2026, verður framleiðslan hjá fiskivinnuni minni í 2025 vegna minkandi kvotur. Eitt nú lækkar toskakvotan í Barentshavinum og kvotan av norðhavssild fer niður í eina helvt í 2025 samanborið við 2024.

 

Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her