Pexels Towfiqu Barbhuiya 3440682 11899617

26. oktober 2026

Veksandi livialdurin hevur øktar almennar útreiðslur við sær

Kvinnur, sum hava rokkið pensjónsaldurin í 2026, kunnu vænta at liva í 20 ár á pensjón í miðal, meðan menn kunnu vænta at liva í 18 ár á pensjón. Í 2100 kunnu kvinnurnar vænta at liva í 28 ár og menninir í 24 ár eftir at tær hava nátt 67 ára aldur. Í framtíðini fara tað at verða fleiri fólk, sum røkka ein høgan aldur, og tað hevur øktar almennar útreiðslur við sær.  

Nýggja fólkatalsframrokningin, sum Landsbankin hevur ment í samstarvi við granskingarstovnin DREAM, hevur eitt boð uppá, hvat væntaðu restlivitíðin hjá kvinnum og monnum verður í framtíðini.

Mynd 1 vísir, at teir 67 ára gomlu menninir í 2026 í miðal kunnu vænta at liva í 18 ár afturat. Um 50 ár (í 2076), kann ein maður vænta at liva í góð 22 ár afturat, og í 2100 í nærum 24 ár afturat, eftir at hava rokkið 67 ára aldur. Kvinnur liva sum heild eitt sindur longri: treytaða restlivitíðin hjá eini 67 ára gamlari kvinnu er í dag góð 20 ár, men verður nærum 28 ár í 2100.

Mynd 1 Treytað restlivitíð hjá einum 67 ára gomlum

Kelda: Landsbanki Føroya.

Hetta merkir ikki, at mett verður at vit fara at vera ógvuliga gomul í fólkatalsframrokningini, men at vit fara at verða fleiri í tali, sum røkka ein høgan aldur. At vit verða fleiri, sum røkka ein høgan aldur hevur øktar almennar útreiðslur við sær til serliga heilsu og almannamál.

Mynd 2 vísir rakstrarútreiðslur til tænastur, sum tað almenna veitir einstaklingum innan heilsu, almannamál, útbúgving og mentan, og tær eru býttar á aldur.

Á myndini sæst, at frá 75 ára aldri veksa útreiðslurnar nógv, serliga til almannamál, sum millum annað eru útreiðslur til eldrarøkt (tað gula økið á myndini). Myndin skal lesast soleiðis, at samlaðu útreiðslurnar fyri almennu tænasturnar, sum verða veittar einum 95 ára gomlum, kosta umleið 700.000 kr. í miðal um árið.

Almennar veitingar (eitt nú fyritíðarpensjón ella fólkapensjón) eru ikki við í hesi mynd. Útreiðslur til almennar veitingar koma afturat, og tær fara somuleiðis at økjast, tá ið vit fara liva longri sum pensjónistar.

Mynd 2 Almennar útreiðslur til einstaklingar til nýtslu

Kelda: Hagstova Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.