
26. oktober 2026
Útreiðslurnar til heilsuverkið fara at vaksa
Væntast kann, at veksandi livialdurin og broytta aldurssamansetingin hjá búfjøldini fer at leggja størri trýst á heilsuútreiðslurnar í framtíðini.
Mynd 1 vísir samlaðu rakstrarútreiðslurnar til heilsu, og tær eru øktar frá áleið 900 mió. kr. í 2010 til 1,7 mia. kr. í 2024. Mynd 2 vísir, at útreiðslurnar til sjúkrahús hava givið størsta íkastið til hendan vøksturin, tær eru øktar við 86% í hesum tíðarskeiði, meðan aðrar útreiðslur eisini eru øktar nógv innan heilsu, eitt nú eru ambulantar viðgerðir eru øktar við 76% og heilivágur, tól og útgerð við 72% í árunum frá 2010 til 2024.
Heilsuútreiðslur eru í stóran mun tengdar at aldri, sí mynd 3, ið vísir aldursbýttar nýtsluútreiðslur til heilsu. Útreiðslurnar veksa longu frá 45 ára aldri, og vøksturin gerst brattari frá áleið pensjónsaldri og fram. Rakstrarútreiðslurnar til heilsu eru høgar, men standa tó í stað í aldrinum 85 – 95 ár. Miðal árliga rakstrarútreiðslan til heilsu fyri tey 85 – 95 ára gomlu er útvið 70.000 kr. per persón.
Demografiska gongdin, við alsamt fleiri eldri fólki merkir, at størri trýst verður á heilsuútreiðslurnar í framtíðini.
Mynd 1 Samlaðu rakstrarútreiðslur til heilsu 2010 - 2024
Kelda: Hagstova Føroya.
Mynd 2 Rakstrarútreiðslur til heilsu í % av BTÚ 2010 - 2024
Kelda: Hagstova Føroya.
Mynd 3 Aldursbýttar nýtsluútreiðslur til heilsu
Kelda: Hagstova Føroya.
Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.
Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.