Ung Flyta Heim Aftur

4. november 2026

Ung mugu eggjast til at velja Føroyar

40% av hvørjum árgangi flytur av landinum í lestrarørindum og áleið 20% av hvørjum árgangi vendur ikki heimaftur eftir loknan lesnað. Politisku myndugleikarnir eiga at fremja átøk, ið eggjar teimum ungu at velja Føroyar til.

Føroyingar hava eitt flytimynstur, sum ger demografisku gongdina avbjóðandi, við tað at 40% av hvørjum árgangi flytur av landinum í lestrarørindum, og einans helvtin flytur heim aftur. Hesi fólkini, og teirra eftirkomarar, kundu annars verið ein partur av føroysku arbeiðsmegini í framtíðini.

Ymisk átøk kunnu fremjast, sum gera Føroyar meira áhugaverdar, so færri ung flyta av landinum og fleiri, sum eru burtur í lestrarørindum, flyta heim aftur. Íløgur í betri lestrarumhvørvi og bústaðarmøguleikar eru dømir um átøk, sum kunnu eggja teimum ungu at velja Føroyar til.

Mynd 1 vísir, at um færri ung flyta av landinum og fleiri flyta til Føroya (reyða strikan), so betrar tað um haldføri við 1 prosentstigi og haldførisávísin verður tá ikki -4% av BTÚ, men -3% av BTÚ.

Mynd 1 Úrslit av betri ella verri til- og fráflyting av ungum føroyingum

Kelda: Landsbanki Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.