Tilgongdin Til Arbeiðsmarknaðin Er Í Høvðusheitum Útlendingar (1)

3. september 2025

Tilgongdin til arbeiðsmarknaðin er í høvuðsheitum útlendingar

Færri føroyingar flyta til Føroya enn úr Føroyum. Hinvegin flyta fleiri útlendingar til Føroya enn úr Føroyum. Samlað er nettotilflytingin positiv.

Síðani 2021 hevur nettotilflytingin til Føroya verið útlendingar, tá færri føroyingar flyta til Føroya enn úr Føroyum. Meginparturin av útlendingunum, ið eru komnir til Føroya seinastu árini, eru fólk í arbeiðsførum aldri. Tað hevur sostatt verið ein stór tilgongd av útlendskum starvfólkum seinastu árini.

Serliga síðani fast track skipanin varð sett í verk í november 2021, hevur tilgongdin verið stór. Í 2024 var vøksturin av útlendskari arbeiðsmegi ikki eins stórur sum undanfaru ár, men vøksturin er aftur hægri í juli 2025, tá hann var 8,8%, samanborið við sama mánað árið fyri, sí mynd 1.

Í 2009 vóru 3% av starvsfólkunum útlendsk; í juli 2025 var parturin hækkaður til áleið 8%, ið svarar til stívliga 2.400 starvsfólk, sí mynd 1

Tilgongdin av føroyskari arbeiðsmegi hevur hinvegin verið lítil seinastu árini. Vøksturin í talinum av føroyskum starvsfólki er tó positivur; árligi vøksturin var 0,6% í juli 2025, hóast tað samstundis hevur verið nettofráflyting av føroyingum. Vøksturin í talinum av føroyskum starvsfólki kann tí stava frá økta pensjónsaldrinum, at summi halda á at arbeiða efter pensjónsaldur, ella at fleiri ung eru farin at arbeiða.

Mynd 2 vísur lutfallið av útlenskum starvsfólki í ymsum vinnugreinum í juli 2025. Útlendska arbeiðsmegin er vorðin ein alsamt størri partur av arbeiðsmegini í ávísum vinnugreinum. Eitt vóru 23% av starvsfólkunum Í juli 2025 í framleiðsluvinnuni útlendsk, og 28% í gisting og matstovuvinnuni.

Tal av útlendskum starvsfólki og vøkstur samanborið við sama mánað árið fyri jan.2021 - jul. 2025

Diagram 1, Diagramelement

Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar