Johnny Í Grótinum

24. november 2025

Tíðargrein: Vit hava ikki ráð til Suðuroyartunnilin

Fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur, og almenna skuldin er høg. Tí er ikki ráðiligt at gera eina lánifíggjaða íløgu fyri áleið 20% av BTÚ.

Vit ynskja øll, at tað kundi verið liviligari í Suðuroynni. Tá eg herfyri hevði eina framløgu á Seglloftinum um kommunubúskapin og eldraøkið, lýsti eg eisini fólkatalsgongdina samanborið við restina av landinum. Fólkatalið í Suðuroynni er lækka 23% síðstu 40 árini, har talið av fólkum í arbeiðsførum aldri er lækka heili 27%. Til samanberingar er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu økt 44%, har tey í arbeiðsførum aldri eru 38% fleiri.

Ein undirsjóvartunnil hevði verið ein stór gáva til Suðuroynna, sum óiva hevði gjørt mun á fólkatalsgongdini næstu áratíggjuni. Eisini hevði tað knýtt allar Føroyar meira saman.

Men í løtuni hava vit ikki ráð.

Fíggjarpolitiska haldførið ov vánaligt

Búskaparráðið hevur ferð eftir ferð víst á, at fíggjarpolitiska haldførið er sera vánaligt, og at neyðugt er at bøta um støðuna. Fíggjarpolitiskt haldføri merkir, at fíggjarpolitikkurin í einum landi hongur saman í langa høpinum: At almenni geirin hevur javnvág millum framtíðar inntøkur og útreiðslur.

Sambært framskriving hjá Hagstovuni fer talið av borgarum eldri enn 80 ár at økjast við 45% næstu 10 árini, meðan talið av fólki í arbeiðsføra aldrinum ikki væntast at veksa stórvegis. Vit hava longu hall, bæði hjá land og kommunum, hóast einki arbeiðsloysi er, og hóast starvstalið er tað hægsta nakrantíð. Tí fara útreiðslurnar til vælferðartænasturnar at veksa nógv skjótari enn almennu inntøkurnar næstu nógvu árini.

At føroyski almenni geirin ikki hevur ein haldføran fíggjarpolitikk inniber, at almenna skuldin veksur næstu nógvu árini, um vit bara lata standa til. Bara í 2025 økist almenna skuldin við umleið 6-700 milliónum krónum.

Almenna bruttoskuldin er 30% av BTÚ

Við ársenda 2024 var almenna bruttoskuldin góðar 9 milliardir krónur, svarandi til áleið 30% av BTÚ. Í ES ásetir fíggjarpolitiska regluverk teirra, at almenna bruttoskuldin ongantíð má fara upp um 60% av BTÚ. Fylgdu almennu Føroyar hesi áseting kann tað almenna – land og kommunur – læna í mesta lagi 30% av BTÚ aftrat svarandi til aðrar 9 milliardir krónur.

Fíggjarpolitiska regluverkið í Svøríki loyvir bert 35% í almennari skuld, meðan tað í Íslandi loyvir í mesta lagi 30% av BTÚ. Skulu Føroyar liva upp til íslendska markið, kann almenna bruttoskuldin ikki økjast. Og við svensku reglunum kunnu almennu Føroyar læna í mesta lagi 1,6 milliardir krónur aftrat.

Føroyar hava ikki samtykt nakað veruligt fíggjarpolitiskt regluverk, men landstýrið hevur júst orðað eitt uppskot til slíkt regluverk. Lógaruppskotið hevur tó onki mark fyri almennu lántøkuni, sum er ein stórur veikleiki við regluverkinum. Í einum lítlum og viðbrekn­um búskapi sum okkara, har inntøkurnar sveiggja nógv frá ári til árs, er stór almenn lántøka nógv meira váðafull. Tí eigur fíggjarpolitiska regluverkið ikki at loyva hægri almennari lántøku enn Ísland og Svøríki.

Umframt almennu bruttoskuldina hevur Landsgrannskoðanin víst á, at eftirlønarskyldan mótvegis tænastumonnum hjá landskassanum er mett til 4,1 milliardir krónur. Og at landskassin helst hevur eina veðhaldskyldu á hálva milliard krónur vegna tryggingaravtalur hjá Føroya Lívstrygging. Hesar veðhaldsskyldur eru 4,6 milliardir krónur, sum svarar til 16% av BTÚ. Nevnast kann tó eisini, at ognarlutur landskassans í Føroya Banka kann seljast fyri áleið 750 milliónir krónur.

Óforsvarligt at gera so stóra íløgu

Í verandi støðu er tað óforsvarligt at gera eina so stóra lánifíggjaða íløgu á 20% av BTÚ, tá íløgan ikki bøtir upp á fíggjarpolitiska haldførið.

Í verkætlanini við Suðuroyartunlinum verður tað Landskassin – og ikki ferðslan - sum kemur at fíggja meginpartin  av íløguni (80-90%). Í Eystur- og Sandoyartunlinum veitti landið 400 milliónir krónur í eginogn og eitt ferðsluveðhald, meðan ferðslan fíggjar áleið 80% av íløguni.

Løgmaður hevur ferð eftir ferð ført fram, at Suðuroyartunnilin bøtir upp á almennu fíggjarstøðuna. Argument hansara var, at tá tað verður koyrandi gjøgnum tunnilin í 2035, sparir landið útreiðslurnar til rakstur og íløgur í ferjuleiðina á landsins fíggjarlóg. Í vár vísti lógaruppskot løgmans, at landskassin á fíggjarlógini sparir áleið 40 milliónir krónur árliga frá 2035. Í nýggja lógaruppskotinum, har metti íløgukostnaðurin er øktur til 4,8 milliardir krónur, vísir sama roknistykkið eina ávirkan á minus 14 milliónir krónur hvørt ár frá 2035.

Tað var júst hetta roknistykkið, sum vit kallaðu fyri dømi um “strategiska mispresentatión”, ið Bent Flyvbjerg professari lýsti so væl í Norðurlandahúsinum fyri einum ári síðani. Tað misvísandi í roknistykkinum hjá løgmanni er, at hann “gloymir”, at landskassin má seta 1,4 milliardir krónur í P/F Suðuroyartunnilin, sum ikki verða rentaði og afturgoldin. Tá ber ikki til at samanbera við ferjuleiðina, sum onki kapitalinnskot fær.

So nei, Suðuroyartunnilin bøtir ikki upp á almenna fíggjarstandin frá 2035. Tað gjørdi hann ikki í uppskotinum frá í vár, og tað ger hann slett ikki sambært nýggju kostnaðarmetingini.

Løgmaður hevur eisini alment sagt, at hyggja vit nóg langt fram í tíðina, bøtir Suðuroyartunnilin heilt vist upp á fíggjarpolitiska haldførið. Brúkar man vanligan útrokningarhátt til at samanbera íløgur í ávikavist verandi ferjuleið og undirsjóvartunnilin við bjartskygdu fortreytunum hjá Løgmansskrivstovuni, tekur tað yvir 50 ár, áðrenn Suðuroyartunnilin bøtir upp á fíggjarstandin hjá tí almenna. Tí bøtir tunnilsíløgan ikki upp á haldførisavbjóðingina næstu nógvu árini.

Nýskipanir kunnu bøta um haldførið

Fyrst mugu stórar nýskipanir gerast, soleiðis at haldførið kemur á beint. Neyðugt verður í komandi árum at brúka væl fleiri almennar pengar til fólkapensjón, heilsutænastur og eldrarøktina. Helst verður eisini neyðugt við almennum íløgum í størri eindir fyri at minka um rakstrarútreiðslurnar innan eldrarøkt. So um ikki nýskipanir verða gjørdar nú, fara hallini hjá bæði land og kommunum at økjast ár um ár, og harvið veksur almenna skuldin.

Løgmaður hevur nú sett eina nýskipanarnevnd, “sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.” Tað eitt gott átak. Fyrstu 20 milliónir krónurnar eru funnar í sparingum við at minka um talið av aðalráðum frá 9 til 6. Men langt er eftir á mál.

Landsstýrið arbeiðir eisini ítøkiliga við at hækka pensjónsaldurin, sum vil bøta munandi um fíggjarpolitiska haldførið. Men hetta er framvegis ikki samtykt. Í Degi og Viku mánakvøldið 17. november 2025 boðaði Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum frá, at hann ikki tók undir við ætlanum um at hækka pensjónsaldurin.

Hetta boðar ikki frá góðum, tá umræður at skapa breitt politiskt kjølfesti fyri nýskipanum av føroyska vælferðarsamfelagnum. Tí eru heldur ikki góð útlit til, at fíggjarligu fortreytirnar fyri at gera Suðuroyartunnilin koma uppá pláss næstu nógvu árini.

Bæði Aksel V. Johannesen og Beinir Johannesen hava víst á, at Løgtingið við hesum lógaruppskotinum um Suðuroyartunnil ikki bindur seg til íløguna á slakar 5 milliardir krónur, men “einans” at brúka nakrar hundrað milliónir krónur til at fyrireika og bjóða tunnilsverkætlanina út. Og at Løgtingið skal taka endaliga støðu til verkætlanina um tvey ár, tá endaligi prísurin fyriliggur. Tað er rætt, men um ongin munagóð átøk verða gjørd fyri at bøta um haldførisavbjóðingina, hava vit heldur ikki ráð til Suðuroyartunnilin um tvey ár.

Tað eydnaðist løgmanni at fáa allar seks politisku flokkarnar at gera eina breiða semju um at gera Suðuroyartunnilin. Tað hevði verið ynskiligt, at løgmaður eisini gjørdi tilsvarandi breiða semju um at fremja alneyðugu nýskipanirnar, sum kunnu framtíðartryggja føroyska vælferðarsamfelagið.

Annars fáa vit ongantíð ráð til Suðuroyartunnilin.

 

Johnny í Grótinum, formaður

Búskaparráðið

 

(tíðargreinin var prentað í Sosialinum 20. nov. 2025)