Pengar (1)

13. mars 2026

Stýrið útreiðslunum

Bæði landskassin og kommunurnar hava hall í bestu tíðum. At útreiðslurnar ikki vera stýrdar betri, hevur negativar fylgjur við sær fyri allar geirar í samfelagnum

Mynd 1 vísir úrslitið hjá landskassanum 2023-2027. Øll árini er hall og eisini stór hall. Tað er at gleðast um, at hallið í 2025, gjørdist væl minni enn ætlað. Tað stavar í høvðusheitum frá, at landsstovnar hava brúkt minni enn teir hava fingið játtað, og at nýtslan av støðlingum var lítil í 2025. Men tað er framvegis hall í allar bestu búskaparligum tíðum.

Eisini kommunurnar hava hall, og hava havt tað í mong ár. Í 2024 var hallið 327 mió. kr. tilsamans.

Royndirnar í Føroyum vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum, tí nógv verður brúkt, tá ið inntøkurnar hava verið stórar og øvugt. Tað sæst millum annað við, at landskassin og kommunukassarnir hava stór undirskot í bestu tíðum. At útreiðslurnar ikki vera stýrdar betri, hevur negativar fylgjur við sær fyri allar geirar í samfelagnum; tað vil siga bæði vinnu, land, kommunur og húsarhaldini.

Um almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin yvirhitaður. Hetta merkir, at tá ið ov nógvar íløgur verða gjørdar í senn av vinnu, landi og kommunum, og tað elvir til, at prísurin fyri byggiarbeiði verður munandi hægri fyri øll sum gera byggiarbeiði. Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina. Vinnan rindar ov høgar prísir og skattaborgarin rindar ov nógv, bæði tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt, og tí húsarhaldini gjalda ov nógv, tí sethúsabygging verður ov dýrt.

Tá ið almenni búskapurin ikki verður styrktur í góðum tíðum, kann tað gerast neyðugt at tátta í, tá ið búskapurin vendir. Tað er skilagott at spara upp í góðum tíðum við at hava yvirskot í almennu kassunum, til at kunna stimbra búskapin við tá ið tað gongur verri, tí harvið verður tryggjað, at ein niðurgongd ikki gerst størri enn neyðugt. Búskapurin verður stimbraður við at minka skattir og avgjøld og við at økja almennu nýtsluna.

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her