
17. mars 2026
Stýrið botnfiskiskapinum við kvotum
Kvotur, heldur enn fiskidagar, verður mett at vera eitt betri stýringsamboð fyri veiðitrýstinum á teimum ymisku fiskastovnunum. Mælt verður tí til at broyta skipanina frá fiskidøgum til kvotur.
Mynd 1 vísir stovnsstøddina á toskinum á landgrunninum, veiðipartin av stovninum og veiðitrýstið. Myndin vísir, at veiðitrýstið økist, tá ið toskastovnurin veksur. Toskastovnurin var væl fyri í 2018 og tá øktist veiðitrýstið nógv í 2018 og 2019. Tað er nú aftur líkt til, at toskastovnurin er eitt vet betur fyri, umframt at marknaðarprísurin er høgur, og nú tykist veiðitrýstið aftur at økjast. Veiðitrýstið er vaksið úr 17% í 2024 til nærum 31% í 2025.
Føroyar stýrir veiðitrýstinum við fiskidøgum. Tað vil siga, at skip fáa tillutað eitt ávíst tal av fiskidøgum og kunnu fiska so nógv, ið til ber hjá skipinum hesar fiskidagar. Fyrimunurin við hesi skipan er, at alt kemur til lands.
Vansin við fiskidagaskipanini er, at ein ikki fær stýrt veiðitrýstinum eftir ávísum fiskasløgum. Til dømis er vandi fyri, at tá ið prísurin á toski er so mikið høgur sum í løtuni, fara skipini einans leggja seg eftir at fiska tosk. Við hesum gerst veiðitrýstið eftir toski ov høgt.
Serliga toska-, hýsu-, og eisini í ein ávísan mun upsastovnarnir undir Føroyum, eru staðbundnir stovnar, og tað sum hvørt ár verður tikið úr stovnunum, hevur ávirkan á støddina á stovnunum. Tí hevur veiðitrýstið týdning fyri støddina á tí varandi íkasti, sum fiskastovnarnir kunnu geva føroyska búskapinum. Endamálið við at avmarka veiðitrýstið er fyrst og fremst, at fiskastovnarnir skulu geva størst møguligt búskaparligt avkast til samfelagið í langa høpinum.
Lívfrøðiligu umstøðurnar kunnu ikki beinleiðis stýrast, men hvussu nógvur fiskur verður tikin úr stovninum á hvørjum ári, kann og eigur at verða stýrt. Tað er meira skynsamt at hava kvotur, heldur enn fiskidagar, so mark kann setast fyri nøgdina, ið verður fiskað. Lond, sum vit samanbera okkum við, brúka kvotur at stýra veiðitrýstinum og hetta er ikki ókunnugt fyri føroysku reiðaríini og føroysku skipararnir, tí eitt nú bæði fiskiskapurin eftir pelagisku fiskasløgunum og fiskiskapurin í Barentshavinum er stýrdur við kvotum. Fiskiskapurin, ið verður stýrdur við kvotum, gevur stór yvirskot, meðan fiskiskapur, ið verður stýrdur eftir fiskidøgum, gevur hall ella smá yvirskot.
Mynd 1

Les meira í várfrágreiðingini hjá búskaparráðnum her.