
16. september 2025
Sparið við at fremja nýskipanir, ikki við at brúka plenuklipparan
Sambært játtanarkørmunum fyri 2026 æltar politiski myndugleikin at gera sparitiltøk á 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. eftirfylgjandi ár. Sum skilst er ætlanin at brúka ”plenuklipparan” fyri at spara á landsins útreiðslum. Hesin háttur at spara, við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugu tillagingarnar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir.
Hesin háttur at spara tekur harumframt ikki atlit at, at summar almennar tænastur og veitingar eru meira týðandi, enn aðrar. Tá ið spart verður yvir ein kamb, kann harafturat vera vandi fyri, at summar uppgávur takast burtur, sum annars eru við til at skapa sparingar í langa høpinum, eitt nú fyribyrgjandi átøk. Summir stovnar og skipanir eru longu so mikið effektivar, at góðskan minkar, um spart verður á hesum økjum, meðan onnur øki hava betri møguleikar fyri at gerast meira effektiv.
Politikararnir eiga at fremja nýskipanir, sum effektivisera almenna raksturin og minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði í løtuni og frameftir. Eitt nú kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunurnar, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum.
Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her