Loume Visser Ldcm3aw3m0i Unsplash

19. oktober 2026

Ov trekar ásetingar í lógini um pensjónsaldur

Livialdurin hjá einum 65 ára gomlum er øktur við 0,8 árum frá 2015 til 2025. Hóast tað, skal pensjónsaldurin ikki setast upp í 2035, tí ásetingarnar í lógini ov trektar. Búskaparráðið mælir til, at lógin um almannapensjónir verður rættað, soleiðis at pensjónsaldurin hækkar í samsvari við veksandi livialdrinum.

Livialdurin er øktur skjótari, enn pensjónsaldurin í Føroyum. Tá ið pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, kundi ein fólkapensjónistur vænta at liva í umleið 15 ár, meðan hann í dag kann vænta at liva í 19 ár í miðal. Vit liva sostatt longri í dag, enn vit gjørdu fyri bara fáum áratíggjum síðani. Gongdin við veksandi livialdri verður mett at halda áfram. Sambært fólkatalsframrokningini kunnu fólk vænta at liva munandi longri sum pensjónistar í framtíðini, enn pensjónistar kunnu í dag.

Ein skipan, har pensjónsaldurin hækkar so hvørt sum livialdurin veksur, verður rópt livitíðarindeksering. Ein livitíðarindeksering av pensjónsaldrinum er við til at varðveita sama lutfall millum talið av fólki, sum eru arbeiðsvirkin, og talið av fólki, sum eru á pensjón, og ger, at áramálið, ið ein kann vænta at liva sum pensjónistur, verður meira javnt tvørturum ættarlið. 

Livitíðarindeksering av pensjónsaldrinum er sostatt við til at tryggja sosiala sáttmálan millum ættarliðini og harvið undirtøkuna fyri okkara pensjónsskipan. Eru tað hinvegin útlit til, at pensjónistar í framtíðini kunnu vera í støðugt longri áramálum á fólkapensjón, sum tey ungu ættarliðini skulu fíggja, er ikki vist, at tað verður undirtøka fyri verandi pensjónsskipan.   

Sosiali sáttmálin lýsir lutfallið millum tey arbeiðsvirknu og tey, sum ikki eru virkin á arbeiðsmarknaðinum, tvørturum ættarlið. Tá ið livialdurin veksur, gerast tað lutfalsliga fleiri, sum eru á pensjón, meðan lutfallið av teimum, sum eru arbeiðsmarknaðinum ikki veksur eins nógv, tá ið samanborið verður tvørtur um ættarlið, sí mynd 1. 

Galdandi lóg um almannapensjónir hevur í sær meginregluna um livitíðarindeksering, men ásetingarnar í lógini eru ov trekar, tí útrokningin av pensjónsaldrinum inniber, at pensjónsaldurin ikki skal setast upp í 2035. Væntaði livialdurin hjá tí 65 ára gamla var 85,8 í miðal fyri menn og kvinnur í Føroyum í 2024/25, og sambært lógini skal ein treytaður vøkstur í livialdrinum leggjast afturat á 0,2, meðan eitt tíðarskeið á 18 ár í pensjónstilveru skal dragast frá, og tað gevur ein pensjónsaldur í 2035 á 68 ár.  

Sambært tilmæli um broytingar í ásetanini av pensjónsaldrinum hjá aktuari Poul Christoffer Thomassen, verður mett, at pensjónsaldurin fyri 2035 í minsta lagi má økjast við ½ ári, óansæð, hvat seinastu útrokningar av væntaða livialdrinum vísa. Hann metir, at ein hækking av pensjónsaldrinum við ½ ári ikki er nóg mikið, til at fylgja við í økingini í væntaða livialdrinum í framtíðini, og at almennu útreiðslurnar til fólkapensjón fara at økjast munandi. 

Livitíðarindeksering av pensjónsaldrinum er ikki einans týdningarmikil fyri at tryggja rættvísi tvørturum ættarlið, men er eisini avgerandi fyri at tryggja haldføri í fíggjarpolitikkinum. Búskaparráðið mælir til, at lógin um almannapensjónir verður rættað, soleiðis at pensjónsaldurin hækkar í samsvari við veksandi livialdrinum.

Mynd 1 Samhaldsfesti millum ættarlið

Kelda: Fremtidssikring af et stærkt pensionssystem, Kommissionen om tilbagetrækning og nedslidning, 2022, s. 140.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.