Neyðugt At Raðfesta Millum Íløgurnar

16. september 2025

Neyðugt at raðfesta millum íløgurnar

Við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera 32% av BTÚ.

EGS skuld er ein felags standardur, sum EU londini nýta til at gera upp almennu bruttoskuldina. EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyrasamstarvið, og skuldin verður ofta nevnd ØMU-skundin eftir danska navninum (den Økonomiske Monetære Union). EGS skuldin fevnir um landið, kommunurnar og grunnar. Skuldin hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar verður roknað uppí skuldina hjá landskassanum. Orsøkin er, at eftir altjóða leisti fyri hagtalsuppgerð av skuld hjá fyritøkum undir almennum ræði, er veðhaldsskylda roknað uppí hjá feløgum, sum ikki eru sjálvberandi. Mynd 1 vísir EGS-skuldina.

Við ársenda 2025 verður EGS-skuldin í Føroyum mett at vera 32% av BTÚ. Sambært ES reglum, skal skuldin ikki vera meira enn 60% av BTÚ. Við at halda skuldina undir 60%, er tað meira sannlíkt, at landið kann halda fíggjarligum støðufesti og hava ráð til at rinda skuldina aftur uttan ov stórar avbjóðingar. Um skuldin er ov høg, kann tað gera tað truplari fyri eitt land at rinda skuldina aftur, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar.

Útgangsstøðið í Føroyum við einari EGS skuld á 32% av BTÚ er gott. EGS skuldin í tølum er mett at vera 9 mia. kr. í 2025. Um skuldin var 60% av BTÚ, so svarar tað til eina skuld á um 17 mia. kr. Tað vil siga, at skuldin helst ikki skal veksa við meira enn 8 mia. kr. (2025 tøl). Til dømis eru ætlanir um at gera ein Suðuroyartunnil. Sambært P/F Suðuroyartunnil fer tunnilin at kosta 4 mia. kr. (í føstum prísum) og við byggirentum umleið 5 mia. kr. Tá ein íløga verður so stór, er eyðsæð, at rásarúmið til at gera aðrar íløgur, sum eitt nú kundu bøtt um haldførisavbjóðingina, verður minni. Harafturat skulu undirskotini á fíggjarlógini hjá landi og kommunum eisini fíggjast komandi árini.

Neyðugt er at raðfesta millum allar ætlaðu íløgurnar.

 

Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her