
8. oktober 2026
Lækkar einstaklingakostnaðurin á eldraøkinum 20%, betrast haldførisávísin við 1,5 prosentstigum
Við at lækka rakstrarútreiðslurnar á eldraøkinum 20% í tíðarskeiðnum 2025-2035 bøtir tað um fíggjarpolitiska haldførið við 1,5 prosentstigum.
Í fleiri førum hevur verið heitt á politisku myndugleikarnar at minka um rakstrarútreiðslurnar á eldraøkinum. Eitt nú hevur Búskaparráðið mælt til at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar við at gera íløgur í størri ellisheim. Á eldraøkinum eru nógvir smáir stovnar, sum hava fá búfólk á hvørjum stovni. Smáir stovnar gera tað væl truplari at hava skynsaman rakstur á stovnunum og teir krevja eitt hægri starvsfólkatal fyri hvørt búfólk samanborið við, um stovnarnir vóru størri.
Í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum júst er almannakunngjørd, er tískil eitt alternativt framlit gjørt við hesum dømi, har einstaklingakostnaðurin á eldraøkinum lækkar við 20%, tað vil siga, hvussu nógv hvør persónur í hvørjum árgangi í miðal kostar í eldrarøkt. Lækkingin er 20% tilsamans og fer fram í tíðarskeiðinum 2025 – 2035.
Henda lækking av einstaklingakostnaðinum á eldraøkinum bøtir um haldførið, og gevur ein haldførisávísa á -2,5%, tá ið alt annað verður hildið óbroytt, samanborið við -4%, um tað ikki verður gjørt, sí mynd 1.
Mynd 1 Úrslit av effektivisering av eldraøkinum
Kelda; Landsbanki Føroya
Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.
Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.