Landskassin Verri Fyri Idag Enn I 2008

5. oktober 2026

Kósin má rættast, tí pengar fara at mangla í

Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ, ið merkir, at almennu inntøkurnar ikki megna at fylgja við almennu útreiðslunum í framtíðini. Um politisku myndugleikarnir einki gera, verður hallið í almenna geiranum 1 mia. kr. um 10 ár.

Fíggjarpolitiski haldførisávísin er -4% av BTÚ í 2026. Tað er treytað av, at pensjónsaldurin hækkar við ½ ári fimta hvørt ár frá 2040 og fram, og at almennu veitingarnar, sambært lógini um javning, veksa við eini lægri ferð enn lønirnar. 

Tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal árliga, um verandi tænastustøðið á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini.

Haldførisavbjóðingin stavar frá, at talið av eldri fólki veksur munandi meira enn talið av fólki í arbeiðsførum aldri. Tað, at vit verða so nógv fleiri eldri samanborið við tey sum arbeiða, fer at leggja stórt trýst á almennu útreiðslurnar í framtíðini. Longu um 10 ár verður hallið í almenna geiranum 1 mia. kr., sí mynd 1 niðanfyri (reyða strikan er útreiðslur og gráa strikan er  inntøkur). Almenni geirin er land, kommunur og sosialir grunnar (td. ALS og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin).

Tá ið almennu útreiðslurnar veksa meira enn almennu inntøkurnar, elvir tað til eitt veksandi hall. Hallið hjá almenna geiranum verður um 3% av BTÚ um 10 ár, ið svarar til umleið 1 mia. kr. í mun til BTÚ í 2026. Um 20 ár er hallið vaksið til 5% av BTÚ, ið svarar til góðar 1,5 mia. kr. mátað í mun til BTÚ í 2026.

Høvuðsboðskapurin í haldførisgreiningini er ikki, at framtíðin longu er avgjørd. Boðskapurin er, at verandi kós ikki kann halda fram óbroytt. Haldførisavbjóðingin kann loysast, men tað krevur, at politisku myndugleikarnir fara undir stigvísar og miðvísar tillagingar í góðari tíð.

Mynd 1 Úrslit av grundframlitinum

Viðm.: Myndin vísir primeru saldo fram til 2045 men makromyndilin framroknar búskapin fram til 2100.
Kelda: Landsbanki Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.