Mynd Landskassa Lán

25. mars 2026

Kapitaleigarar fáa ein støðugan lut

Mynd 1 vísir bruttovirðisøkingina hjá vinnuligum feløgum býtt á ávikavist samsýning til arbeiðsmegina og kapitalin. Sambært myndini er ein alsamt veksandi partur av virðisøkingini fallin kapitaleigarunum í lut (ein øking frá 26% í 2008 til 45% í 2024). Í myndini sæst eisini, at tað vóru kapitaleigararnir og ikki arbeiðsmegin, sum í 2020 mistu inntøku orsakað av Covid-19. Tað sama sæst í 2024. Millum annað lægri útflutningurin hjá laksaalarum vegna tað, at ein partur av tøkuni var útsett frá 2024 til í byrjanini av 2025 kann vera ein orsøk til, at samsýningin til kapitaleigararnar minkar í 2024.

Tað er ymiskt frá landi til landi, hvat samsýningin til ávikavist kapitalin og arbeiðsmegina er; sambært hagtølum hjá OECD var prosentparturin av bruttovirðisøkingini, sum fall kapitaleigarunum í lut í 2024 eitt nú 32% í Svøríki og Italia, 30% í Danmark, 24% í Stóra Bretlandi, 22% í Týsklandi og 19% í Fraklandi.

Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her