Íløgurnar Hjá Kommunum...

2. oktober 2025

Íløgurnar hjá kommunum eru trífaldaðar í árunum 2015 – 2024

Í 2015 nýttu kommunurnar góðar 350 mió. kr. meðan íløgurnar vóru yvir 1 mia. kr. í 2024. Flestu íløgurnar hjá kommununum eru gjørdar í vegir, tunlar, havnir og lendingar, men ikki í eldraøkið.

Í 2015 nýttu kommunurnar góðar 350 mió. kr. til íløgur, ið svarar til 16% av útreiðslunum í 2015, meðan íløgurnar vóru yvir 1 mia. kr. í 2024 ið svarar til 25% av útreiðslunum í 2024. Frá 2010 til 2015, vóru kommunalu íløgurnar millum 250-350 mió. kr. I 2016 fóru íløgurnar uppum 400 mió. kr. og hava síðani ligið á einum nógv hægri støði, enn undanfarnu árini. Á mynd 1 sæst, at íløgurnar tykjast at vaksa upp til valár; eitt nú í 2019 - 2020 og 2023 - 2024. Í 2024 vóru útreiðslurnar til íløgur eina góða milliard.

Flestu íløgurnar hjá kommununum eru gjørdar í undirstøðukervi (búskaparviðurskiftir), sum eru vegir, tunlar, havnir og lendingar. Árliga fara 30% - 40% av samlaðu kapitalútreiðslunum til undirstøðukervi við meira, sí mynd 2. Íløgurnar til vegir og tunlar vuksu nógv í 2023, ið fyrst og fremst var orsakað av byggingini av innkomuvegnum við tunli í Tórshavn. Í árunum 2018 - 2020 vóru stórar íløgur gjørdar í skúlar, eitt nú nýbygging av fólkaskúlum í Tórshavn, Fuglafirði og Klaksvík. Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í frítíð, mentan og átrúnað. Talan er einamest um ítróttarhallir og svimjihallir; eitt nú í Tórshavn og Runavík.

Kommunalu íløgurnar innan almannavernd; tað er eldra- og dagstovnaøkið, hava hinvegin verið heldur minni. Árliga eru 5% - 15% av íløgunum gjørdar innan eldra- og dagstovnaøkið. Burturav hesum, eru einans 5% av samlaðu kapitalútreiðslunum farnar til eldraøkið um hugt verður 10 ár aftur í tíð. Síðan eldraøkið bleiv flutt til kommunurnar at umsita, eru tað sostatt ikki gjørdar stórvegis íløgur í eldraøkið.

Mynd 1 Kommunalar løguútreiðslur 2010-2024

Viðm.: Útreiðslurnar í hesi myndini eru defineraðar sum høvuðslag 1, 3 og 5.

Kelda: Landsbanki Føroya, Gjaldstovan og egnar útrokningar. Seinast dagført: 08.08.2025

 

Mynd 2 Kommunalar íløgur býtt á virkisøki (COFOG

Viðm.: Classification of the functions of government (COFOG) er ein altjóða leistur at bólka almennar útreiðslur eftir virkisøki ella sosiobúskaparligum endamáli. Undirstøðukervið v.m. umfatar búskaparviðurskifti. Annað fevnir um kapitalútreiðslur til almennar samfelagstænastur, lóg og trygd, umhvørvisverd og heilsu.

Kelda: Landsbanki Føroya og egnar útrokningar.

Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her