
14. oktober 2026
Í framtíðini skulu tey í arbeiðsmegini forsyrgja fleiri
Í 2026 skuldu 100 persónar forsyrgja 61 børnum og eldri, meðan 100 persónar í 2100 skuldu forsyrgja 82 børnum og eldri, tvs 21 fólkum ella 34% fleiri.
Mynd 1 vísir framtíðar demografiska forsyrgjarabrøkin, sum er gjørdur út frá nýggju fólkatalsframrokningini. Demografiski forsyrgjarabrøkurin (grøna strikan) er lutfallið millum fólk í arbeiðsvirknum aldri (16-66 ár) og tey, sum eru uttanfyri arbeiðsvirkna aldurin, tað vil siga ávikavist børn (0-15 ár) og eldri (67+ ára gomul).
Í 2026 var demografiski forsyrgjarabrøkurin um 0,61 og í 2100 verður hann nærum 0,82. Tað merkir, at í 2026 skuldu 100 persónar forsyrgja 61 børnum og eldri, meðan 100 persónar í 2100 skuldu forsyrgja 82 børnum og eldri, tvs 21 fólkum ella 34% fleiri.
Myndin vísir eisini demografiska forsyrgjarabrøkin, býtt á ávikavist børn og eldri. Tað vil siga lutfallið millum fólk í arbeiðsvirknum aldri (16-66 ár) í mun til ávikavist børn (0–15 ár), sum er reyða strikan, og eldri (67+ ára gomul), sum er gráa strikan.
Í 2026 er lutfallið millum tey í arbeiðsvirknum aldri og børn 0,32, meðan tað í 2100 verður 0,33. Tað merkir, at 100 fólk í arbeiðsvirknum aldri skulu forsyrgja um 32 børnum í 2026 og 33 børnum í 2100.
Talið av eldri fólki, sum hvørji 100 fólk í arbeiðsvirknum aldri skulu forsyrgja, veksur munandi meira í hesum tíðarskeiði. Í 2026 er lutfallið millum fólk í arbeiðsvirknum aldri og fólki omanfyri pensjónsaldur 0,29, meðan tað í 2100 er 0,49. Tað vil siga, at talið av fólki omanfyri pensjónsaldur, sum 100 fólk í arbeiðsvirknum aldri skulu forsyrgja, eru 29 í 2026 og 49 í 2100, ið er ein vøkstur á nærum 70%.
Mynd 1 Demografiskur forsyrgjarabrøkur (fólkatalsframrokning)
Kelda: Landsbanki Føroya.