Fíggjarpolitiska Regluverkid

23. oktober 2025

Hoyringssvar til uppskot til eitt fíggjarpolitiskt regluverk

Hoyringssvar til uppskot til ”Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan (Hámark fyri rakstrarútreiðlsuvøkstri og løguæltan)” 

Yvirskipað er tað skynsamt, at Landsstýrið ynskir at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk.

Hetta eigur tó at vera hugsað saman við verandi ásetingum, sum eisini virka sum eitt slag av regluverki: 

  • Skuldarmark hjá kommunum til eina álíkning (íroknað endurgjald fyri eldraøkið)
  • Framløga av fíggjarkarmunum á várið og fíggjarlóg á heystið
  • Lóg um búskapargrunn

Kommunurnar eiga at vera fevndar av fíggjarpolitiska regluverkinum, soleiðis at land og kommunur samskipa almennu fíggjarætlanirnar í tráð við málini við fíggjarpolitikkinum bæði upp á stutt sikt (stimbra/tálma) og langt sikt (fíggjarpolitiskt haldføri). 


Hetta uppskot er merkt av, at tað er eitt “stig á leiðini”, tá tað eitt nú verður sipað til onnur rundskriv og ætlanir um eitt meira víðfevnt fíggjarpolitiskt regluverk. Í staðin átti Løgtingið at samtykt tað samlaða fíggjarpolitiska regluverkið fyri allan tann almenna geiran, har verandi ásetingar blíva tiknar við og dagførdar.


Endamálið við einum fíggjarpolitiskum regluverkið er at styrkja fíggjarligu stýringina í almenna geiranum so sleppast kann undan at enda í eini óndari ringrás við ótálmaðari vaksandi almennari skuld og fyri at goyma “krútið” til, tá tørvur veruliga er á, at tað almenna heldur hjólini malandi í eini búskaparligari afturgongd. 


Vanligu amboðini í fíggjarpolitiskum regluverkum eru at leggja nakrar bindingar á allan tann almenna geiran viðvíkjandi loyvdum (bygnaðarligum) undirskoti í mun til BTÚ, almennari lántøku í mun til BTÚ, almennar íløgur og/ella gongdini í almennu útreiðslunum. Eisini fevna fíggjarpolitisk regluverk ofta um bæði stutt, miðallangt (mark fyri bygnaðarliga hallið) og langt sikt (fíggjarpolitiskt haldførið). 


Størsti mangulin í fyriliggjandi uppskotinum er, at her er ongin áseting um hallið á fíggjarlógini (ei heldur hall hjá kommunum). Her er heldur ongin avmarking fyri almennu lántøkuna. Tí forðar hetta uppskot ikki í nóg stóran mun landinum at føra ein fíggjarpolitikk, sum viðførir ótálmaðan vøkstur í almennuskuldini við áhaldandi stórum undirskotum. 


Ein realvøkstur á 1% árliga er eitt sera høgt mark at seta. Serliga tá ongar avmarkingar eru fyri úrslitinum á fíggjarlógini ella almennu skuldini. Í Danmark hevur tað vanliga verður roknað fyri gott latín, at halda seg undir 0,5% í realvøkstri árliga. Í Grønlandi er ásett, at realvøksturin yvir 4 ár ikki má vera meira enn 2%. 


Samanumtikið er tí veruligur vandi fyri, at hetta uppskotið til fíggjarpolitiskt regluverk gevur politisku skipanini ein falskan tryggleika og harvið gongur beint ímóti endamálinum við at seta í verk slík regluverk. 


Uppgávur til Búskaparráðið
Ítøkiliga leggur uppskotið eisini upp til, at Búskaparráðið skal hava eina uppgávu: “Búskaparráðið skal almannakunngera mesta vøksturin í rakstrarútreiðslunum í prosentum á hvørjum ári, fyrst í mars í sambandi við játtanarkarmarnar, síðani endurskoðað í september í sambandi við uppskot til fíggjarlógina.”


“Búskaparráðið hevur til uppgávu at kanna eftir, um fíggjarlógin lýkur kravið um at vera undir hámarkinum. Kemur Búskaparráðið til ta niðurstøðu, at vøksturin í fíggjarlógini er ov høgur, áliggur tað landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum ger, at vøksturin kann vera í samsvari við hámarki.”


Hetta tykist tó bert at vera eitt slag av “outsourcing” av eini mekaniskari rokniuppgávu, sum í dag liggur í Fíggjarmálaráðnum, har Búskaparráðið skal gera framrokning av, hvat mesti nominelli útreisðluvøksturin íroknað realvøkstur á 1% kann vera.


Búskaparráðið metir ikki, at hetta er ein hóskandi uppgáva at leggja til Búskaparráðið at gera. Tí aftur kann hetta geva ein falskan tryggleika til politisku skipanina við tað, at Búskaparráðið á ein hátt blástemplar ásetta markið fyri útreiðsluvøksturin, hóast tað á ongan hátt er samfelagsbúskaparliga undirbygt men einans er ein mekanisk framrokning, sum vitlíki eins væl kundi staði fyri.