Lontakarar

14. oktober 2026

Fólkatalið verður 63.000 í ár 2100

Nýggja fólkatlasframrokningin vísir, at framroknaða fólkatalið í ár 2100 verður um 63.000 fólk, harav verða føroyingar um 55.000 í tali og útlendingar um 8.000.

Sum ein lið í haldførisgreiningini, hevur Landsbanki Føroya ment eina nýggja fólkatalsframrokning í samstarvi við granskingarstovnin DREAM. Nýggja fólkatalsframrokningin nýtir søgulig tøl fram til ár 2025, meðan árini 2026 – 2100 eru framroknaði. Metingarnar eru gjørdar fyri hvørt kyni (kvinnur og menn), aldur (0 til 110 ár) og uppruna (føroyingar og útlendingar). 

Nýggja fólkatalsframrokningin er ein deterministisk fólkatalsframskriving, ið tekur støði í søguligum tølum og gongdum, men framroknar fólkatalið út frá metingum um framtíðar væntaða livitíð, føðitíttleika og til- og fráflyting. Fólkatalsframrokningin roknar fram til ár 2100. Framrokningin fevnir sostatt um nærum 3 ættarlið, og tað valdar stór óvissa um slíkar framrokningar. Tað er serliga trupult at meta um framtíðar til- og fráflyting.

Mynd 1 vísir fólkatalið í Føroyum býtt á føroyingar og útlendingar. Framroknaða fólkatalið verður umleið 63.000 fólk í 2100, har føroyingarnir fara at verða um 55.000 í tali og útlendingar um 8.000. Tað er ein øking í fólkatalinum á góð 14% samanborið við í dag. Útlendingar eru sambært fólkatalsframskrivingini 9% av fólkatalinum í 2026, og 12,5% í 2100. Útlendingar verða í framskrivingini vístir sum útlendingar, men teirra eftirkomarar verða vístir sum føroyingar.

Mynd 1 Fólkatalsframrokning býtt á føroyingar og útlendingar

Kelda: Landsbanki Føroya.

Mynd 2 vísir søguliga og framroknaða fólkatalið í Føroyum býtt á aldursbólkar. Myndin vísir, at talið av fólki omanfyri 67 ár veksur við 76,5% fram til ár 2100, meðan talið av fólki í aldrinum 16 – 66 ár, ið skal umboða arbeiðsmegina, veksur við 2% og talið av børnum við 5% í sama tíðarskeiði.

Mynd 2 Føroyingar og útlendingar tilsamans býtt á aldursbólkar 
(Indeks 2024 = 100)

Viðm.: 1985-2024 eru søgulig tøl, kelda: Hagstova Føroya. 2025-2100 eru framroknaði tøl, kelda: Landsbanki Føroya.