Pexels Boom 12716118

28. oktober 2026

Fleiri halda fram á arbeiðsmarknaðinum eftir pensjónsaldur

Í miðal luttóku 45% av av teimum 67-71 ára gomlu á arbeiðsmarknaðinum í 2025, meðan sama tal í 2010 var 34%.

Hóast pensjónsaldurin hevur verið tann sami fram til 2024, er luttøkan hjá pensjónistum á arbeiðsmarknaðinum hækkað støðugt gjøgnum árini. Í 2010 luttóku í miðal 34% av teimum 67-71 ára gomlu á arbeiðsmarknaðinum, meðan tað í 2025 luttóku 45% í miðal.

Mynd 1 vísir hvussu nógv fólk í 67 – 71 ára aldri í vísta tíðarskeiðinum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum í prosent av fólkatalinum fyri ávísa aldurin. Myndin vísir sum heild, at lutfallið av arbeiðandi fólki í hvørjum árgangi er økt við tíðini. Til dømis arbeiddu undir 40% av teimum 68 ára gomlu í 2010, meðan omanfyri 50% av teimum 68 ára gomlu arbeiddu í 2025 (grøna strikan).

Myndin vísir eisini, at góð 30% av teimum 71 ára gomlu (162 út av 513) arbeiddu í 2025, meðan umleið 6% av teimum 80 ára gomlu vóru arbeiðsvirkni í 2025 (20 út av 348).

Reyða strikan vísir tey 67 ára gomlu. Í 2025 eru áleið helvtin av teimum 67 ára gomlu enn ikki vorðin pensjónistar av tí at pensjónsaldurin er 67,5 í hesum ári, og tí er tað natúrligt, at nógv av teimum 67 ára gomlu arbeiða í 2025. Her sæst at 55% av teimum 67 ára gomlu arbeiddu í 2025 (304 út av 551).

Mynd 1 Starvsfólk í aldrunum 67 – 71 ár í % av árganginum

Viðm.: Tal av starvsfólki er tal av fólki, ið hevur fingið løn í november í ávísu árunum. Tølini eru eitt vet lægri samanborið við vinnutíttleikan, tí vinnutíttleikin telur eisini t.d. frívilligt arbeiði við. Kelda: Hagstova Føroya.

Myndin bendir sostatt á, at fólk halda longri á á arbeiðsmarknaðinum í dag, enn fyri 15 árum síðani uttan mun til ásetta pensjónsaldurin, tí pensjónsaldurin er ikki øktur í øllum tíðarskeiðinum fyri uttan bert í 2024.

Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at fólk halda longri fram á arbeiðsmarknaðinum. Tað kunnu eitt nú vera politiskar broytingar, so sum broytingar í mótrokningini av fólkapensjónini og møguleikin fyri at útseta pensjónina. Tað kunnu eisini vera makrobúskaparligar orsøkir, so sum trot á arbeiðsmegi.

Mynd 2 vísir í hvørjum vinnugreinum, fólk omanfyri 67 ár starvast. Av kvinnunum, sum eru omanfyri 67 ár, starvast nógvar í heilsu- og almannaverkinum, og í almennari umsiting. Sama mynstur er ikki galdandi fyri menninar; teir eru meira javnt býttir á vinnugreinarnar, har almenn umsiting og fiskiveiða eiga munin. Serliga eru menninir fleiri í tali í vinnugreinunum fiskiveiða, framleiðsluvinna, flutnings- og goymsluvinna, og byggivinna. 

Mynd 2 Tal av starvsfólki omanfyri 67 ár býtt á útvaldar vinnugreinar

Viðm.: Yvirlitið er yvir hvussu nógv fólk fingu løn í hvørjari vinnugrein í november 2025. Vinnugreinin "Fígging og trygging" er tikin úr yvirlitinum, tí privatar eftirlønir verða fluttar umvegis ta vinnugreinina og talan er tí ikki um starvsfólk. Kelda: Landsbanki Føroya, 
egnar útrokningar. 

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.