Fíggjarpol. Regluverk

2. oktober 2025

Fíggjarpolitiskt regluverk eigur eisini at fevna um kommunur

Tamarhald má fáast á útreiðsluvøkstrinum og tí eigur landið at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Skal endamálið við regluverkinum røkkast, mugu kommunalu útreiðslurnar takast við í yvirskipaðu stýringina.

Seinastu nógvu árini hevur verið ferð á búskapinum, og inntøkurnar hjá kommunum eru eisini vaksnar í hesum tíðarskeiðið. Útreiðslurnar hjá kommunum er tó vaksnar enn meira, ið merkir, at undirskot hevur verið á kommunalu kassunum síðan 2018, sí reyðu strikuna á myndini. Tað er millum annað stóru kommunalu íløgurnar seinastu árini, sum hava ført til undirskot. Síðstu tvey árini hava íløgurnar táttað í 1 mia. kr., og kommunurnar eru sostatt við til at føra konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk.

Úrslitið á kommunalu kassunum 2015-2024

 

 Les meira í frágreiðing "Kommunubúskapurin og eldraøkið heystið 2025" her