
13. mars 2026
Fallið í reallønini er innheintað
Fallið í reallønini vegna høga inflatión í 2022 og 2023 er innheintað, og reala lønarlagið er í dag eitt vet hægri, enn í 2021.
Lønargjaldingar eru allar útgoldnu lønirnar samanlagt. Tað merkir, at lønargjaldingarnar veksa, tá ið fleiri starvsfólk leggjast afturat starvsfólkahópinum, og tá ið fólk arbeiða yvirtíð ella fáa lønarhækkan. Tískil kann vøksturin í lønargjaldingunum ikki tulkast sum reallønarvøkstur.
Til at rokna realan lønarvøkstur krevjast lønarhagtøl, tað vil siga løn fyri hvønn arbeiddan tíma, sum tað enn ikki finnast hagtøl fyri. Eitt boð uppá eina roknaða realløn verður tí gjørd við at draga prísvøkstur og vøkstur í starvsfólki frá samlaðu lønargjaldingunum, sí mynd 1. Í mynd 1 eru lønargjaldingar í fiskivinnuni tiknar burturúr, tí lønargjaldingarnar í fiskivinnuni eru tengdar at veiðuni, kvotum og altjóða fiskaprísum.
Mynd 1 vísir, at reali lønarvøksturin hjá alment løntum og starvsfólki í vinnuni fylgjast væl at. Fallið í reallønini vegna høga inflatión í 2022 og 2023 er innheintað eftirfylgjandi árini, og reala lønarlagið er í dag eitt vet hægri, enn í 2021.
Yvirskipað er reala lønarlagið 11-12% hægri samanborið við lønarlagið í 2015. Sambært gongdini í grafinum niðanfyri, hava privatu og almennu lønirnar fylgst rættiliga væl í Føroyum, hóast tað ikki hevur verið nøkur formskipað tilgongd viðvíkjandi raðfylgjuni í lønarásetingini. Fylgja almennu lønirnar ikki somu gongd, sum í privatu vinnuni, verður atdráttarmegin at arbeiða í tí almenna minkandi, tí lønarlagið tá dragnar samanborið við privata arbeiðsmarknaðin. At privata vinnan var lønarførandi sæst aftur á mynd 1.3, tó uttan tey seinastu 2 árini (2024 og 2025), ið serliga kom av lønarlyfti og lønarhækkan hjá ymsum fakbólkum.

Viðm.: Árlig reallønargongd í miðal fyri hvørt starvsfólk. Indeks 2015. Almenn partafeløg eru íroknaði í vinnuni
Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.
Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her