Fólk (2)

17. september 2024

Búskapurin framvegis í framgongd

Búskapurin veksur framvegis. Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6% í 2023, verður 4,7% í ár og 3,3% í 2025 í leypandi prísum.

Búskaparráðið hevur gjørt eina dagførda meting av vøkstrinum í BTÚ fyri árini 2023 – 2025. Metingin av vøkstrinum í BTÚ fyri 2023 - 2025 verður gjørd í leypandi prísum, og er mettur at verða ávikavist 5,6% í 2023, 4,7% í 2024 og 3,3% í 2025. Tað merkir, at BTÚ í 2023 er mett at vera 26,6 mia. kr., 27,8 mia. kr. í 2024 og 28,7 mia. kr. í 2025, sí talvu 1 niðanfyri.

Talva 1 BTÚ og BTÚ vøkstur í leypandi prísum

Viðm.: 2021 og 2022 er uppgerð hjá Hagstovu Føroya. 2023, 2024 og 2025 eru metingar hjá Búskaparráðnum. 

Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið.

Onnur lyklatøl vísa eisini vøkstur. Starvsfólkatalið (fyrr lønmótakarar) er vaksið seinastu nógvu árini og vaks 1% í tíðarskeiðinum juli 2023 til juni 2024, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini vaks enn skjótari, við 9%, sí talvu 2

Eisini lønargjaldingarnar eru vaksnar munandi seinastu árini, sí talvu 2. Orsøkin kann vera hækkingar í tímalønini og hækkandi tal av starvsfólkum. Hækkandi lønargjaldingarnar kunnu eisini verða eitt tekin um, at starvsfólk arbeiða fleiri tímar. Eitt nú kann hækkaða kostnaðarstøðið hava ført við sær, at fólk eru farin at arbeiða fleiri tímar, ella átaka sær fleiri størv.

Talva 2 Arbeiðsmarknaðarhagtøl

Viðm.: Samlaði búskapurin svarar til tað sum Hagstova Føroya kallar innlendis búskapurin. Starvasfólkatalið fyri innlendska búskapin samsvarar ikki við samlaða starvsfólkatalið , grundin er at samlaða starvsfólkatalið tekur 'umheimin og ógreinað' við eisini. Í 2024 vóru um 70 starvsfólk í bólkinum 'umheimur og ógreinað'. 'Feløg, húsarhald og felagsskapir' er vinnufyritøkur (S11), fíggjarfyritøkur (S12), húsarhald (S14) og feløg (S15), meðan 'almenn fyrisiting og tænasta er S13 í tjóðarroknskapinum. 

Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar.

Les heystrfágreiðingina hjá Búskaparráðnum her