
8. september 2025
Bjartskygnið hjá húsarhaldunum er lækkað
Sambært konjunkturbarometrinum hjá Hagstovu Føroyar, er treystið hjá føroysku húsarhaldunum lækkað fyri aðru ferð í 2025.
Í kanniningini frá juni 2025 meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum og teirra egnu fíggjarstøðu verða verri komandi árið. Færri vænta at gera størri keyp, gera ábøtir á húsini ella keypa bil komandi árið. Eisini vænta húsarhaldini, at prísirnir á vørum og tænastum fara at verða hægri um eitt ár. Svarini í kanningini benda sostatt á, at føroysku húsarhaldini eru vorðin meira varin, ið kann stava frá óvissu geopolitisku útlitunum, sí mynd 1.
Lønirnar veksa nú skjótari enn inflatiónin, og tað eigur saman við rentulækkingunum, at stuðla undir eini størri nýtslu. Serliga hava húsarhald við stórari skuld nú lægri rentuútreiðslur, eftir at rentan er lækkað, enn tey hava havt seinastu fáu árini, siga umboð fyri peningastovnarnar. Møguliga velja húsarhaldini kortini, vegna varsemi, at leggja ein part av reallønarhækkingini til síðis, heldur enn at brúka hana alla til økta nýtslu.
Á várið 2025 gav Heilsustýrið út frágreiðingina Hvussu hevur tú tað? sum byggir á eina spurnarkanning um heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum. Í kanningini verður spurt inn til fíggjarstøðuna. Sambært kanningini er tað serliga tey 25 – 34 ára gomlu, sum eru fíggjarliga viðbrekin.
Úrslitini í kanningini hjá Heilsustýrinum benda á, at hóast flestu húsarhaldini eru væl fyri, so er ein bólkur av fólki í Føroyum, sum hevur verri við at fáa endarnar at røkka saman, enn onnur. Sambært umboð fyri peningastovnarnar, eru húsarhaldini sum heild væl fyri fíggjarliga, tí trotini eru ikki økt higartil í ár, og fyrispurningarnir um skáa eru ikki fleiri, enn vanligt. Peningastovnarnir bera tó í størstan mun eyga við kundum, sum hava skuld í bankanum. Kundar, sum ikki hava skuld, kunnu antin vera so mikið væl fyri fíggjarliga, at tørvur ikki er á fígging, ella hava teir ikki nóg stóra inntøku, til at kunna forsvara eina skuld. Summi húsarhald kunnu tí vera meira fíggjarliga sperd, enn onnur, uttan at tað kemur til sjóndar í bankunum ella í brúkarakanningum. Úrslitini í kanningunum hjá Hagstovuni og Heilsustýrinum skulu tó tulkast við varsemi, tí luttakararnir í kanningini svara subjektivt um sína fíggjarstøðu; eitt nú kann persónliga metingin av, hvat tað er júst fáa endarnar at røkka saman, vera ymisk frá persóni til persóni. Tað er tí torført at vita neyvt út frá hesum báðum kanningum, hvussu illani tað veruliga stendur til fíggjarliga hjá føroysku húsarhaldunum.
Viðm.: "Miðal" er miðal av mátingum frá 2006 til 2025. Hagstova Føroya dagførdi í januar 2025, hvussu brúkaraávísin verður uppgjørdur, og eru tað aðrir spurningar sum nú samanvigað geva brúkaraávísan. Tað sæst eitt niveauskifti í brúkaraávísanum, sum er lægri samanborði við gamla uppgerðarháttin.
Kelda: Hagstova Føroya
Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her