Ymiskt Treysti Í Vinnuni

10. september 2025

2,3 mia. kr í avlopi á handilsjavnanum

Frá juli 2024 til juni 2025 var avlopið á handilsjavnanum 2,3 mia. kr. og tað var 2,5 mia. kr., um innflutningurin av skipum og øðrum stórum flutningstólum ikki verður tikin við.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í inn- og útflutninginum av vørum, umframt vøruhandilsjavnan. Á myndini sæst, at tað hevur verið avlop á handilsjavnanum seinastu 4 árini. Frá juli 2024 til juni 2025 varð avlopið á handilsjavnanum 2,3 mia. kr. og tað var 2,5 mia. kr., um innflutningurin av skipum og ørðum stórum flutningstólum ikki verður tikin við.

Innflutningurin er minkaður góðar 530 mió kr. í tíðarskeiðinum juli 2024 til juni í 2025 samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Størsta minkingin er í innflutningi av skipum, men innflutningurin av millum annað brennievni er eisini minkaður. Samstundis er útflutningurin vaksin áleið 270 mió. kr. Fiskavøruútflutingurin, sum vanliga er millum 93-95% av útflutninginum, er vaksin slakar 85 mió. kr., meðan útflutningurin av øðrum vørum er vaksin umleið 185 mió. kr.

Viðm.: Myndin til vinstru er 12 mánaðar leypandi samanlegging (frá jan. 2020 til jun. 2025), meðan myndin til høgru er 12-mánaðar samanlegging frá juli til juni hvørt ár.

Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar

Metti fiskavøruútflutningurin í 2025 er tengdur at stórum mongdarbroytingum, umframt prísbroytingum. Toskakvotan í Barentshavinum fellur, kvotan av norðhavssild verður minkað niður í helvt, og makrelkvotan minkar. Minkingin í toskakvotuni verður tó uppvigað við høgum toskaprísum. Á mynd 4.4 sæst, at gongdin í eindarprísinum á toski hevur verið uppgangandi síðan byrjanina av 2024. Miðal eindarprísurin fyrstu 6 mánaðirnir í 2025 hevur verið slakar 71 kr./kg. samanborið við 51 kr./kg. sama tíðarskeið í 2024. Eindarprísurin fyri tosk er í løtuni hægri enn eindarprísurin fyri laksa.

Eisini eindarprísurin á makreli er vaksin seinasta árið; miðalprísurin fyrsta hálvár er 19 kr./kg. 2025 samanborið við 14,5 kr./kg. í sama tíðarskeiði 2024 (ein vøkstur á góð 30%). Ein av orsøkunum til, at makrelprísurin er hækkaður, er at meginparturin av makrelinum, sum er fiskaður higartil í ár, er fiskaður í bretskum sjógvi, tá ið góðskan er best. Meginparturin av makrelkvotuni er fiskað, tí vil makrelútflutningurin seinna hálvár helst verða minni, enn fyrra hálvár. Við laksaútflutninginum er støðan øvugt. Har er tað ein vaksandi tøkunøgd, ið heldur útflutningsvirðinum uppi meðan prísurin er fallin munandi í 2025.

Diagram 1, Diagramelement

Viðm.: Útflutningsvirðið býtt við útfluttu mongdini í sama tíðarskeiðið.

Kelda: Hagstova Føroya og egnar útrokningar

 

Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her