Konjunkturfrágreiðingar
Konjunkturfrágreiðingar vísa eina støðumynd av búskaparligu støðuni í landinum og lýsa, hvar búskapurin er staddur í konjunkturgongdini - um hann er í vøkstri ella afturgongd.
Frágreiðingarnar byggja á hagtøl og fakligar metingar og lýsa týðandi viðurskifti í búskapinum, m.a. vøkstur í bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ), arbeiðsloysi, inflatión og uttanlandshandli. Harafturat verður greitt frá fíggjarstøðuni hjá húsarhaldunum, høvuðsvinnum í landinum og almennu fíggjarstøðuni.
Endamálið er at veita eina dagførda og gjøgnumførda heildarmynd av føroyska búskapinum, ið er grundarlag fyri fakligari kunning og óheftari ráðgeving
Sí nýggjastu konjunkturfrágreiðingina her
Sí frágreiðingar ið fevna um konjunktur her
Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ)
Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) er samlaða virðið av vørum og tænastum, ið verða framleidd í einum landi. Vanliga verður BTÚ mett árliga. BTÚ ávísin vísur á, um búskapurin stendur í vøkstri ella afturgongd. Ávísin verður eisini nýttur til at meta um búskaparliga gongdina í einum landi fram í tíð.
Viðm.: BTÚ í 2022 og 2023 er uppgerð hjá Hagstovu Føroya. 2024, 2025 og 2026 eru metingar hjá Búskaparráðnum.
Kelda: Hagstova Føroya og Búskaparráðið
Lønargjaldingar
Lønargjaldingar er ein týðandi ávísi, tí tær endurspegla virksemið á arbeiðsmarknaðinum og í búskapinum sum heild. Vaksandi lønargjaldingar kunnu merkja eina framgongd í búskapinum, tí um fleiri eru í arbeiði ella inntøkurnar hækka, hækkar privata nýtslan og harvið framleiðslan og búskapurin. Á hinari síðuni kann eitt fall í lønarútgjaldingum benda á eina búskaparliga afturgongd, tí eftirspurningurin fellur við minkandi inntøkum.
Lønargjaldingar
Viðm.: Rullandi 12-mánaðar samanlegging frá januar 2020 - juli 2025
Kelda: Hagstova Føroya
Lønarvøkstur
Lønarvøkstur er ein týdningarmikil búskaparligur ávísi, tí hann vísur, hvussu tær samlaðu inntøkurnar hjá arbeiðstakarunum broytast yvir tíð. Hækkandi lønir kunnu koma av búskaparvøkstri og merkja størri keypiorku hjá húsarhaldunum, meðan lágur ella negativur lønarvøkstur kann benda á eina búskaparliga afturgongd.
Lønarvøkstur (%)
Viðm.: Rullandi 12-mánaðar samanlegging aug-jul 2020-2025
Kelda: Hagstova Føroya
Arbeiðsmarknaðurin
Gongdin á arbeiðsmarknaðinum er ein týdningarmikil ávísi, tí hann bendir á hvussu sterkur arbeiðsmarknaðurin er og hvørja framleiðsluorku hann hevur. Vøkstur á arbeiðsmarknaðinum elvir oftast til búskaparvøkstur. Á hinari síðuni, um arbeiðisloysið veksur, kann tað benda á afturgongd í búskapinum og eina minkandi framleiðslu í landinum.
Starvsfólkavøkstur og arbeiðsloysi (%)
Viðm.: Hagtøl frá mars og september 2022-2025
Kelda: Hagstova Føroya
Inflatión
Inflatión er ein ávísi, sum vísur, hvussu prísir á vørum og tænastum broytast yvir tí. Miðal inflatión á umleið 2% hevur oftast við sær sunnan eftirspurning og búskaparligt virksemi, meðan høg ella skiftandi inflatión kann minka um inntøkur, keypiorku og kann órógva búskapin, tí framtíðarútlitini at gera íløgur gerast ótrygg.
Inflatión (%)
Kelda: Hagstova Føroya
Úrslit landskassans
Roknskaparúrslitið hjá landskassanum (RLÚ) vísir á fíggjarligu støðuna hjá landinum og á hvussu landið stýrir inntøkum og útreiðslum. Úrslitið er ein týðandi ávísi, tí hann vísir um fíggjarpolitikkurin hjá landinum hongur saman, tí eitt vaksandi hall kann benda á vánaligt fíggjarpolitiskt haldføri og tá er neyðugt við nýggjum tiltøkum.
RLÚ (I)
Viðm.: 2020-2023 er roknskapur, 2024-2026 eru metingar. 2026 er í føstum prísum.
Kelda: Gjaldstovan, Fíggjarmálaráðið og Búskaparráðið